Tíðindi

Nýggj TALIS-kanning eigur at verða gjørd

Formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, vónar, at skúlamyndugleikarnir taka stig til nýggja TALIS-kanning, tí henda kanningin kann hava stóran týdning fyri lærarayrkið.

06.07.2020

Í 2009 og 2013 vóru TALIS-kanningar gjørdar millum fólkaskúlalærarar í Føroyum; TALIS er stytting fyri Teaching and Learning International Survey, og tað er OECD, sum skipar fyri kanningini. Henda kanningin hevur til endamáls at kanna læruumhvørvið og arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, eitt nú sálarliga arbeiðsumhvørvið. Fyrru ferð kanningin var gjørd, var undirtøkan stór, men seinnu ferð svaraðu bara umleið 40 prosent av lærarunum spurningunum; tí hevur kanningin ikki fingið tað gildið, sum hon kundi fingið.

- Hetta er ein umfatandi kanning, sum nemur við nógv viðurskifti, og vit hava tørv á slíkum kanningum fyri at kunna kenna umstøður og viðurskifti betur. Tað var ein ávís mótstøða millum lærarar at gera hesa kanningina, men eg rokni við, at partur av orsøkini til tað var, at myndugleikarnir ikki greiddu nóg væl frá, hvat endamálið við henni var, og hvat úrslitið skuldi brúkast til. Taka myndugleikarnir stig til nýggja kanning av hesum slag, so eri eg sannførdur um, at tað verður øðrvísi. Vit í felagnum skulu í øllum førum gera okkara til at kunna um týdningin av henni, soleiðis at so nógvir lærarar sum til ber taka lut. Tað er sera gagnligt at hava hagtøl fyri so nógv viðurskifti sum til ber; upp aftur størri týdning hevur tað at vita, hvat tað er, sum ger, at lærarar fáa strongd, og hvat tað er, sum ger, at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er nóg gott. Vanliga hava nógvar reyðar lampur lýst, áðrenn ein lærari verður sjúkrameldaður. Eru mannagongdir á arbeiðsplássinum, so veit leiðslan, hvat eigur at verða gjørt; eru hinvegin ongar mannagongdir, so halda lampurnar á at lýsa, til lærarin at enda hoknar og verður sjúkrameldaður.

Tað er bara Mentamálaráðið, sum kann taka stig til og skipa TALIS-kanningina; vanliga verður hon gjørd, tá ið PISA-kanning eisini verður gjørd. Lærarafelagið fer at mæla Mentamálaráðnum til at hava hesa kanningina næstu ferð, høvi er, og tað verður í 2021.

Les samrøðu við Jacob Eli S. Olsen um týdningin av sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlanum í Skúlablað nr 3, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.