Tíðindi
05.02.2019
Nýggja trivnaðar-/happingarkanningin er longu framd, og greiningin og frágreiðing í kjalarvørrinum á kanningini verður gjørd í løtuni. Eins og seinast er tað Fróðskaparsetrið, Námsvísindadeildin, sum ger kanningina. Eftir ætlanin verður kanningin løgd fram um mánaðarskiftið apríl/mai.
Hvørji átøk verða skipað í sambandi við kanningina er ikki avgjørt enn, men ivaleyst fer frágreiðingin at leggja upp til tað. Fylgibólkur fylgir arbeiðinum og verður við at mæla til átøk. Í fylgibólkinum eru umboð fyri Nám, Sernám, Undirvísingarstýrið, MMR, Heim- og skúla, Skúlaleiðarafelagið, AKT-lærararfelagið, Lærararafelagið og Kommunufelagið.
Á Fróðskaparsetrinum eru tað Erla Olsen og Katrin av Kák vegna Námsvísindadeildina og Olga Biskopstø vegna Søgu- og samfelagsdeildina, sum hava ábyrgd av kanningini.
Kanningin fevnir um tríggjar árgangir í fólkaskúlanum, 5., 7. og 9. flokkarnar.
Endamálið við kanningini er at lýsa, í hvønn mun happing er økt ella minkað í fólkaskúlanum síðan 2015, tá ið seinasta kanningin varð gjørd; kanningin tekur eisini støði í sosialu miðlunum, umframt at hon skal meta um, í hvønn mun framdu átøkini hava virkað. Somuleiðis er endamálið at fáa til vega dagførda vitan, ið kann gerast grundarlag undir dagførdum tiltøkum, til tess at minka um happing, og harvið økja um trivnað og læring.
Kanningin er gjørd í neyvum samstarvi við leiðslu og lærarar á skúlunum (AKT-lærarar) eins og í seinastu kanning.
Úrslitið frá seinastu kanningini vísti, at happing er ein trupulleiki í fólkaskúlanum; 13% av næmingunum eru útsettir fyri happing. Tað mesta av happingini fer fram í fríkorterinum, men eisini í flokshølinum og aðrastaðni í skúlanum. Henda happing er bæði sálarlig og kropslig og fevnir líka frá látri og útihýsing til buking.
Kanningin vísti, at 13% verða happað og 16% happa. Við at taka tey 17% uppí, sum siga, at tey happa, men gera tað sjáldan, eru tað 33%, ið eru við til at happa í størri ella minni mun. Happing rakar fleiri enn tey, sum verða happað, og tey, sum happa, kunnu eisini sjálv verða fyri happing.