Tíðindi

Nú verður skjøtil settur á námsætlan í kvæðaundirvísing

Arbeiðið við námsætlanini til kravda undirvísingarevnið í kvæði og dansi er ikki byrjað, men skjøtil verður settur á hetta í næstum. Tað sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

08.02.2024

Hesa vikuna hevur kvæðastevna verið í Norðurlandahúsinum við 700 hugagóðum næmingum. Hetta er annað árið á rað, at kvæðastevna er, og aftur í ár hevur áhugin verið sera stórur.

Tað hevur verið dansað í flestu skúlum, nú tað stundar til føstu. Føroyski dansurin er í tí hepnu støðu, at hann í fleiri enn 25 ár hevur verið kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum og sostatt eigur at hava eina sjálvstøðuga námsætlan. Men eingin námsætlan er gjørd, hóast eldsálir í fólkaskúlanum hava boðið seg til at gera námsætlan. Men nú verður hetta sett á skránna.

- Arbeiðið við námsætlanini til kravda undirvísingarevnið í kvæði og dansi er ikki byrjað, men skjøtil verður settur á hetta í næstum. Námsætlanin kann væntast at vera liðug frá okkara síðu fram ímóti sumri, eftir hetta skal hon góðkennast í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Vit hava ongan námsráðgeva beinleiðis til kvæðaundirvísing, men námsráðgeva í føroyskum til fólkaskúlan, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

Hann vísir á, at Nám hevur skipað fyri skeiðum í føroyskum dansi saman við dansifelagnum Tøkum Lætt, og somuleiðis hevur Nám havt serstakt skeið skeiðsskránni onnur skúlaár.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.