Tíðindi

Nú nærkast summarfrítíðin

Gott, um vit sum foreldur taka eitt gott prát við okkara børn um, hvat tey minnast frá hesum skúlaárinum.

07.06.2017

Nú hetta skúlaárið er at enda komið, og vit skjótt skulu pakka matpakkar og skúlabøkur burtur í eina tíð, er vert at hugsa um skúlaárið, ið fór. Gott, um vit sum foreldur taka eitt gott prát við okkara børn um, hvat tey minnast frá hesum skúlaárinum. Tey minnast ofta hendingar á annan hátt enn vit vaksnu. Skúlin ger ymiskt gjøgnum skúlaárið, ið vit sum foreldur helst ikki hugsa so nógv um, kanska ei heldur vita um.

Hvørjum hevur tú sitið saman við í árinum? Hvørja bók minnist tú serliga væl, ið tit hava lisið? Hvat gjørdu tit á jólum, ið tú minnist sera væl? Hevur tú fingið nakran nýggjan vin í skúlanum hetta árið? Heldur tú, at øll munna hava tað gott í skúlanum? Hvat vónar tú verður broytt frá hesum skúlaárinum til næsta?

Ofta gloyma vit sum heim og vaksin at spyrja inn til skúladagin hjá børnum okkara. Børnini koma heim og seta taskuna á gólvið, vit spyrja, “var dagurin góður?” og tey svarað skjótt “ja”. Børn okkara eru umleið seks tímar í skúla hvønn dag, og í hesar seks tímar uppliva tey mangt og hvat. Tey hava tíma eftir tíma, fríkorter eftir fríkorter, ein rúgva av ávirkan og upplivingum, sum vit foreldur ikki eru við í, ella vita um. At vísa áhuga fyri skúlalívinum hjá barninum gevur barninum eina jaligari hugsan um skúlan og tað, ið fer fram har. Um skúlin og heimið standa saman, so verður skúlagongdin hjá okkara børnunum betri.

At tosa við barnið um skúlaárið, ið fór, er at byggja brúgv, og er ein týðandi liður í sambandinum millum heim og skúla.

Vit ynskja øllum eina góða summarfrítíð.

Vinarligast

Heim og skúli

Mynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.