Tíðindi/Greinar

19.05.2020

Nú mugu tit vísa hógv!

Í heila tikið er tað eisini heldur margháttligt at hoyra upp í saman, at heitt verður á okkum um at vísa samfelagssinni og hógv. Tað hava vit altíð gjørt. Eisini í søguligum høpi. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, hevur skrivað

Ja, mangt er løgið. Samstundis sum takkað verður í eystri og vestri á tíðindafundum, at vit hava verið so røsk seinastu tíðina og hava gjørt okkara til tess, at vit øll kunnu hóra so væl undan í hesi undantaksstøðu sum gjørligt, hoyrist ein annar boðskapur eisini úr erva. Vísið nú hógv og samfelagssinni, ljóða boðini.

Einki forgjørt er í at vísa samfelagssinni og hógv. Tvørturímóti. Sjálvandi skal tað verða gjørt, men í hesum førinum ljóðar tað mest sum ein skøvað pláta. Vit hava sanniliga víst samfelagssinni. Bæði nú og fyrr. Flestu av okkum hava staðið upp eftir einum enda seinastu tíðina og gjørt okkara ítasta til tess at fáa skúladagin at hanga saman og at geva honum eitt skilagott innihald. Nógv eyka tøk eru tikin, og parturin hjá t.d. lærarum liggur so ikki eftir.

Í tveir mánaðir hava lærarar kring landið skipað sína undirvísing eftir leiðreglum og mannagongdum, sum so hvørt eru broyttar. Nýggjar leiðir eru troyttar, og í summum førum er kanska eisini brotið upp úr nýggjum. Summir lærarar hava verið til arbeiðis í sjálvum skúlanum og undirvíst har alt tíðarskeiðið. Aðrir hava hava havt fjarundirvísing alla tíðina, og so eru tað teir, sum bæði hava verið í skúlanum og eisini hava havt fjarundirvísing. Tað hevur sum heild riggað, men tað hevur eisini kravt sítt. Tað er ikki nakað, sum bara er komið av sær sjálvum. Als ikki. Tað hevur gingið væl og hevur riggað, tí allastaðni hava lærarar kýtt seg fyri at fáa tað at rigga.

Arbeiði okkara er at fáast við menniskju, og tá kunnu nógvar ymiskar støður stinga seg upp. Hjá summum næmingum er skúlin kanska ein frístaður at vera í, tí heimaviðurskiftini av onkrum orsøkum ikki eru av teimum bestu. Eisini hesir næmingar fylla nógv hjá lærarum, tí sjálvandi vilt tú sum lærari gera títt til, at hesir næmingar hava tað gott. Hetta er bara eitt dømi.

Í heila tikið er tað eisini heldur margháttligt at hoyra upp í saman, at heitt verður á okkum um at vísa samfelagssinni og hógv. Tað hava vit altíð gjørt. Eisini í søguligum høpi. Ikki bara í hesari kreppuni, um hetta er ein kreppa, men mong munnu eisini minnast og hava kanska enntá upplivað, hvat tað kann merkja at vísa samfelagssinni. Stóra kreppan, sum var fyrst í nítiárunum, er gott dømi um hetta, tá ið m.a lærarar fóru langt niður í løn.

Tíbetur sær tað nú út til, at tað ringasta er um at hæsa av í hesum umfarinum. Sum skúli og samfelag sum heild eru vit komin rættiliga óskalað ígjøgnum hetta tíðarskeiðið, tó at onkur bakkøst hava verið. Vit gleða okkum øll almikið at sleppa í skúla aftur til okkurt, sum líkist einum vanligum gerandisdegi, og eru klár til framtíðar avbjóðingar.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan