Tíðindi

Nógvir nýútbúnir lærarar fingið starv

- Tað er framvegis ein trupulleiki, at tað eru so nógv størv, sum eru tíðaravmarkað, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

07.09.2021

Í fleiri ár hevur gongdin verið tann, at allir nýútbúnir lærarar ikki fáa lærarastarv alt fyri eitt. Soleiðis er eisini í ár, men á skrivstovuni hjá Føroya Lærarafelag hava tey ein varhuga av, at tað hevur gingið betur í ár hjá nýútbúnum lærarum at fáa starv samanborið við eitt nú í fjør.

- Tað er ilt at meta um, hví so er, men vit vita, at nakrir tænastumannasettir lærarar eru farnir frá fyri aldur, at fleiri eru farnir í farloyvi, og aðrir eru farnir í onnur størv í undirvísingarverkinum.

Størvini, ið eru sett við nýklaktum lærarum, eru í fleiri førum ikki fulltíðarstørv ella í fullum setanarbroti, og tey eru tíðaravmarkað størv.

- Tað er framvegis ein trupulleiki, at tað eru so nógv lærarastørv í fólkaskúlanum, sum eru tíðaravmarkað. Hetta skúlaárið vóru fleiri enn 100 tíðaravmarkað lærarastørv lýst leyst í fólkaskúlanum. Skulu vit gera nakað munagott hesum viðvíkjandi, mugu vit fara frá verandi játtanarskipan til skúlarnar, og at lærarar bara eru settir í ein skúla. Verður játtanarskipanin minni tongd at næmingatali, og lærararnir settir í einum skúlaøki, kunnu fleiri av størvunum verða sum føst setan og við fullum setanarbroti.

Tað eru sekstan ár síðan at farið var frá at seta lærarar í skúlaøki, men í hvørjum skúla sær. Helst hava myndugleikarnir ikki hugsað um, hvørjar avleiðingar tað fór at hava á setanina hjá lærarum. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at tað ber til at umskipa fólkaskúlan aftur.

- Tað eru 40 skúlar, og hvør einasti skúli hevur eina leysa parttíðarsetan, sum lærarar verða settir í eitt ár í senn. Tað er líka lætt hjá skúlunum at skipa seg, um lærarar verða settir í skúlaøki heldur enn ein skúla fyri seg. Sum støðan er í løtuni, so kunnu lærarar missa starvið, um næmingatalið minkar í einum skúla; eru teir settir í einum skúlaøki, kunnu teir verða fluttir í annan skúla, sum mangla lærara. Tað vóru fleiri enn 100 umsóknir til tíðaravmarkað størv; tað vil siga, at tað eru fleiri enn 100 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi; hetta svarar til áttandi hvør lærari. Hesir skulu á hvørjum ár vigast á vágskálini; teir vita ikki, um teir hava starv komandi skúlaárið, og tað kunnu vit ikki bjóða teimum, skúlanum ella børnunum.

Í ár eru 37 læraralesandi tikin inn á Námsvísindadeildina. Í ár fingu 28 læraraprógv á Námsvísindadeildini; umframt tey hava fleiri nomið sær útbúgving í Danmark.

- Læraralesandi vita, at tað er eingin trygd at fáa starv sum lærari eftir loknan lestur; fleiri teirra fara víðari alt fyri eitt uttanlands undir hægri lestur at leggja aftrat læraraútbúgvingini. Tað er skilagott, tí fólkaskúlin hevur brúk fyri vælútbúnum fólki við servitan. Arbeiðsgevarin hjá lærarum hevur ikki skilt týdningin at útbúgva lærarar við servitan, og tí er gott, at lærara sjálvir taka stigið og útbúgva seg víðari við ymiskari servitan, áðrenn teir fara í fólkaskúlan at arbeiða. Tá ið teir eru komnir í yrkið og hava etablerað seg, er ofta trupult at fara av landinum at útbúgva seg víðari í ymsum námsvísindaligum greinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.