Tíðindi

Nógvar uppgávur, men eingin arbeiðslýsing

- Vansin við, at eingin arbeiðslýsing ella námsætlan er, kann vera, at eingin ger tað sama, og at sumt, sum eigur at vera partur av skúlavegleiðingini, fer millum skins í hold, siga skúlavegleiðarar

30.08.2021

Skúlavegleiðingin hevur drúgva siðvenju í fólkaskúlanum; kortini hava skúlavegleiðararnir ongantíð fingið arbeiðslýsing frá skúlamyndugleikunum, sum sigur, hvør uppgáva teirra neyvt er. Einasta, teir vita, er, at teir skulu fevna um allar næmingar í øllum árgangum. Tina Purkhús, skúlavegleiðari á Skúlatrøð, sigur, at Skúlavegleiðarafelagið alt tað, hon veit um, hevur stríðst fyri at fáa eina arbeiðslýsing, uttan tó at tað er eydnast.

- Um tað er tí, at ein arbeiðslýsing fer at gera tað sjónligari, hvussu umfatandi uppgávan hjá skúlavegleiðarunum er, ella onkur grund, veit eg ikki.

Ovast á ynskilistanum hjá skúlavegleiðarunum á Skúlatrøð standa arbeiðslýsing, námsætlan og tilfar til skúlavegleiðing.

- Vit droyma um at vera partur av námsætlanunum, eins og skúlavegleiðingin í Danmark er. Vóru vit tað, høvdu vit lættari fingið íblástur til alt tað, vit skulu gera. Í Danmark arbeiða næmingar við verkætlan í teimum yngstu flokkunum, har skúlavegleiðararnir eru teir, sum vegleiða næmingarnar. Høvdu vit eina námsætlan, so høvdu vit eina útgreinaða ætlan fyri øll tey økini, vit skulu røkka, alt vit skulu gera og náa, og høvdu vit tilfar, brúktu vit ikki hvør í sínum lagi so nógva tíð og orku til tað, og so høvdu vit eisini vitað, at tað var dygdargott. Vit læra nógv av hvørjum øðrum, og tað er gott, men sjálvandi áttu vit at havt tilfar. Hvør skal gera tilfarið, er ein góður spurningur. Í grundini átti tað at verið skúlavegleiðarar sjálvir, sum gera tilfarið, og sum síðan verður góðskumett. Men onkur má fáa ta uppgávuna og tíð at gera hetta. Vit brúka útlendskt tilfar, men tað er ikki bara gott, tí okkara fatan er, at til dømis tað danska tilfarið longu frá fyrsta flokki leggur ov stórt trýst á næmingarnar, hvat teir skulu eftir loknan fólkaskúla, og tað vita vit jú kann elva til strongd.

Skúlavegleiðararnir hava vegleiðaradagar, har teir hittast at tosa um felags áhugamál og royndir. Hetta er ógvuliga gevandi, halda Tina Purkhús og Bergljót Rond, tí teir fáa hugskot frá hvørjum øðrum og íblástur at menna egin hugskot.

- Vansin við, at eingin arbeiðslýsing ella námsætlan er, kann vera, at eingin ger tað sama, og at sumt, sum eigur at vera partur av skúlavegleiðingini, fer millum skins í hold. Tað er eisini vandi fyri, at uppgávur detta á skúlavegleiðararnar, sum upprunaliga ikki eru teirra. Ein onnur avbjóðing er eisini, at tað eru ikki útbúnir skúlavegleiðarar í øllum skúlum; ikki tí at teir, sum ikki eru útbúnir, ikki gera eitt gott arbeiði, men tað ger mun, at fólk eru útbúgvin til uppgávuna. Sømdirnar, sum skúlavegleiðararnir hava í ymsu skúlunum, eru eisini sera ymiskar. Tað er ikki altíð, at tað verður hugsað um hóskandi høli til skúlavegleiðingina, tá ið ein skúli verður bygdur, umbygdur ella innrættaður yvirhøvur. Vit mugu alla tíðina gera vart við okkum og tørvin, vit hava á hóskandi hølum og hentleikum.

Umstøðurnar hjá skúlavegleiðarunum á Skúlatrøð eru batnaðar munandi, eftir at nýggi skúlin var tikin í nýtslu fyrst í skúlaárinum. Teir hava fyri fyrstu ferð fingið egin høli, sum nú eru innrættað til endamálið.

- Vit eru fegin um nýggju hølini. Sjálvandi kunnu vit brúka høli og hallir, sum verða brúkt til annað, men skúlavegleiðing krevur eisini egin høli, har næmingar kunnu koma at tosa við vegleiðaran undir fýra eygum.

Les alla greinina í Skúlablaðnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.