Tíðindi

Nógv fleiri námsfrøðilesandi enn læraralesandi velja sernámsfrøði sum linjulestur

Hetta skúlaárið hevur sernámsfrøði lægstu undirtøkuna millum læraralesandi síðan 2014.

01.10.2019

At nógv fleiri námsfrøðilesandi enn læraralesandi velja sernámsfrøði á linju er kanska ein ábending um, at lærarar verða ikki nóg væl ílatnir at møta næmingum á sernámsøkinum, tá teir gerast lidnir við útbúgvingina. So er spurningurin, hví tølini fyri lærarar, sum á hvørjum ári velja sernámsfrøði, fara so upp og niður sum tey gera. Árið í ár hevur lægstu undirtøkuna av læraralesandi síðan 2014. Kann orsøkin vera, at tey ikki meta, at sernámsfrøði kann brúkast í fólkaskúlanum, og at tað meiri er fyri námsfrøðilesandi? Ella eru læraralesandi kanska ikki nóg greið yvir, hvat linjan sernámsfrøði inniber?

Læraraútbúgvingarnar í ymsu londunum eru ymiskar, og ymiskt er, hvussu nógvur dentur verður lagdur á sernámsfrøði. Í greinini Nye lærere mangler specialpædagogiske kompetencer, sum stendur at lesa á heimasíðuni edu.au.dk tann 21. desembur 2012, verður gjørt vart við, at danska læraraútbúgvingin ikki letur tey lesandi nóg væl í til tær fløktu læringsstøðurnar, sum tey møta í veruleikanum í skúlanum. Tað vísir ein kanning frá Aarhus Universiteti, sum samanber, hvussu læraralesandi í Danmark, Svøríki, Finnlandi og Ontario-økinum í Kanada ogna sær sernámsfrøðiligar førleikar. Henda kanningin varð gjørd av granskarum á Aarhus Universiteti í tíðarskeiðnum mars–novembur 2012.

Susan Tetler, professor MSO í sernámsfrøði á Aarhus Universiteti, sum stendur aftan fyri kanningina, sigur í greinini, at lesandi á donsku læraraútbúgvingini ogna sær eina grundleggjandi fatan av sernámsfrøðiligum trupulleikum, umframt virðir og fatanir av, hvat góð undirvísing er. Men tey megna ikki í nøktandi mun at seta tað í verk. Avleiðingin verður, at tey sum nýklaktir lærarar ikki hava neyðugu førleikarnar, ið letur tey í til sernámsfrøðiligu avbjóðingarnar, ið fylgja við lærarayrkinum. Susan Tetler ger vart við, at mangul er á nøktandi sernámsfrøðiligum førleikum til at handfara trupulleikar viðvíkjandi læringstrupulleikar hjá einum vaksandi tali av fólkaskúlanæmingum. Umframt hetta, so hevði verið ynskiligt, at fleiri lærarar eftirútbúgva seg innan fyri sernámsfrøði, tí tað kann bara styrkja útbúgvingartilboðið, ið finst innan sernámsfrøðiliga økið.

Ongin ivi kann vera um, at sernámsfrøði er eins viðkomandi fyri lærarar sum námsfrøðingar. Høvdu læraralesandi í sama mun sum námsfrøðilesandi valt sernámsfrøði á linju undir útbúgvingini, hevði tað kunnað minkað eitt sindur um gjónna millum til dømis barnagarðar og fólkaskúlan, tí tá høvdu lærarar og námsfrøðingar í størri mun tosað sama mál, tá tað kemur til børn við avbjóðingum ella serligum tørvi, og tá høvdu yrkisbólkarnir verið felags um at sæð næmingar við serligum avbjóðingum og hjálpt teimum. Og so hevði sernámsfrøði ikki bara verið “reserverað” námsfrøðingunum, men helst týdningarmiklast av øllum, so høvdu nýklaktir fólkaskúlalærarar verið betur ílatnir á læraraútbúgvingini til at kunna veita næmingum við avbjóðingum/tørvi eina undirvísing, ið tekur støði í einstaka næminginum og tørvi hansara. Kanska eitt hugskot hevði verið, at sernámsfrøði gjørdist ein fastur partur av læraraútbúgvingini, heldur enn eitt linjuval, sum tað stendur einum frítt at velja frá, um ein ynskir?

Tølini fyri læraralesandi, sum hava havt sernámsfrøði sum linjulestur eru fyri tíðarskeiðið 2014-2019.

Í 2014-15 vóru tvey læraralesandi og 10 námsfrøðilesandi, 20%.

Í 2015-16 vóru tvey læraralesandi og 15 námsfrøðilesandi, 13,3%.

Í 2016-17 vóru 9 læraralesandi og 21 námsfrøðilesandi, 42,8%.

Í 2017-18 vóru 4 læraralesandi og 24 námsfrøðilesandi, 16,7%.

Í 2018-19 vóru 8 læraralesandi og 21 námsfrøðilesandi, 38,1%.

Og í 2019-2020 eru 3 læraralesandi og 24 námsfrøðilesandi, 12,5%.

Tað ber til at lesa rapportina í heilum líki her: http://edu.au.dk/fileadmin/edu/Udgivelser/E-boeger/Ebog_-_Komparativ_undersoegelse_af_laereres_tilegnelse_af_specialpaedagogiske_kompetencer.pdf

Tekstur: Durith í Homrum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.