Tíðindi

Nógv børn missa á hvørjum ári

Mett verður, at talið á børnum í Føroyum, sum missa antin foreldur ella systkin, liggur um tey 60.

30.04.2020

Hvussu nógv børn í Føroyum missa foreldur ella systkin um árið, hava vit ikki neyv hagtøl fyri. Vit hava tó eina nøkulunda mynd av, hvussu nógv tey eru við at rokna donsk tøl um til føroysk og við at knýta tey at føroyskum viðurskiftum. Umleið 230 tilburðir av krabbameini verða staðfestir á hvørjum ári, og umleið helmingurin doyr. Seinastu 5 árini eru 20,6 fólk í aldrinum 19-54, ið verður roknað sum burðardyggur aldur, deyð árliga. Siga vit, at hesi høvdu 2,5 børn í part (sum er galdandi í Føroyum), so er talið á børnum, ið missa, 51,5 um árið. Og 5 børn í aldrinum 0 og 18 ár eru deyð í miðal seinastu 5 árini; hesi hava eisini systkin. Samanlagt kunnu vit tí siga, at talið á børnum í Føroyum, sum missa antin foreldur ella systkin, liggur um tey 60.

Vit hava heldur ikki tøl fyri, hvussu nógv foreldur liva við hættisligari sjúku í Føroyum, men í Danmark vita vit, at 26.000 børn hava foreldur, sum verða innløgd orsakað av lívshættisligari sjúku árliga. Roknað um til føroysk tøl, verður hetta 260 børn.

- Hetta er eitt høgt tal, sum má takast við fyrivarni, tí tað er umroknað, men passar talið bara nøkulunda, so eru tað nógv børn í hvørjum skúla á hvørjum ári, ið uppliva at hava álvarsliga sjúk foreldur. Tí hevur tað so stóran týdning, at hesi børn fáa hjálp og umsorgan, at lærarar fáa undirvísing og stuðul til hesa uppgávuna, og at skúlin hevur eina tilbúgvingarætlan, sigur Jansy Gaardlykke.  

Krabbameinsfelagið hevur ikki sorgarbólkar fyri børn og ung, men tey bjóða familjum í kreppu og sorg hjálp, tað veri seg um ein í familjuni er sjúkur ella doyr.

- Vit bjóða familjusamrøður bæði til foreldur og børn einsæris, og har øll familjan er saman. Krabbameinsfelagið fer eisini út á skúlar at veita hjálp, vegleiðing og stuðul til lærarar, ið tørvar tað. Við jøvnum millumbili seta skúlar seg í samband við okkum at spyrja okkum til ráðs; hetta kann vera, tí tey eru í eini ávísari støðu, har tey ikki rættiliga vita, hvat tey eiga at gera.

Felagsskapurin Berin hevur sorgarbólkar fyri børn og ung, sum hava mist.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.