Tíðindi

Næmingatalið í Nólsoy minkar alsamt

Í løtuni eru 10 næmingar í Nólsoyar skúla, ein er akkurát fluttur til Nólsoyar, og í forskúlanum eru tvey børn. Næmingarnir eru býttir upp í yngra bólk við fimm næmingum í 1. til 3. flokk, og tríggir eru í eldra bólki í 4. til 7. flokk. Hádeildarnæmingar úr Nólsoy ganga í Eysturskúlanum í Havn

22.03.2018

Í Nólsoyar skúla eru tríggir lærarar: Jákup av Skarði, fyrstilærari, Anna Marna Holm, forskúlalærari og Bára Traustadóttir, námsfrøðingur og lærari. Bára Traustadóttir er flokslærari í yngra bóli, og Jákup av Skarði er flokslærari í eldra bólki.

   Tá ið næmingarnir koma niðan í skúlan, ið stendur ovast í bygdini, eru næmingarnir vælkomnir niðan klokkan trý korter til átta. So hava teir eitt korter í frið úti í ganginum, í tí opna bókasavninum, at tosa við skjaldbøkurnar – ja, tey hava skjaldbøkur – og at spæla ella okkurt tílíkt. Klokkan átta fer forskúlin saman við yngra bólki, sum er 1., 2. og 3. flokkur inn í yngru stovuna, og har byrja tey so í felag. Tá ið ein løta er farin, fer forskúlalærarin, Anna Marna Holm, lærari, við teimum báðum forskúlabørnunum í forskúlastovuna soleiðis, at 1. 2. og 3. eru eftir til at hava sína undirvísing. Tey í 4., 5. og 6. fara í eldru stovu. Bara tríggir flokkar her, tí at í hesum skúlaárinum, 2017/18 er eingin næmingur í 7. flokki.

   Skúlin er frá 1. til 7. flokk, men í ár eru so næmingar úr forskúla upp í 6. flokk.

   - Tað var eitt ynski frá foreldrum fyri tveimum árum síðan um at taka forskúla, sum var í bygdini fyri nøkrum árum síðan, uppaftur. Tað varð prátað aftur og fram við kommununa og Mentamálaráðið um at fáa hetta í lag, og í ár fingu vit so forskúlalíknandi tilboð, sigur Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy.

   Forskúlatilboðið er at koma niðan í skúlan klokkan átta, og tey eru í skúlanum til klokkan tíggju, haðani tey so fara oman í barnagarðin, Látrið. Ein pedagogur og eitt hjálparfólk eru í starvi á Látrinum.

   Í gomlum døgum – sum sjálvandi er í nýggjari tíð – búðu nógv fleiri fólk í Nólsoy, og av tí sama vóru munandi fleiri næmingar í skúlanum.

   Nú búgva í hesi, eini teirri populerastu oyggini í landinum, 210 fólk. Síðan 2001 er talið minkað við millum 50 og 60 fólkum. Her búðu næstan 270 fólk tá. Toluliga nýggj tøl vísa, at í bygdini eru 120 hús, og av teimum standa 40 tóm.  

   Hvussu kann tað bera til, at henda dragandi Nólsoyar bygd minkar, tá ið vit staðfesta, at í 2017 vóru sambært tølunum hjá Strandferðsluni 101.000 ferðafólk har, umframt RIB-bátarnir og smábátarnir?

   Eitt er tann kommunala útstykkingin, ið sambært fyrstalæraranum í Nólsoy, Jákupi av Skarði, gongur ov seint, og tá ið Nólsoyar kommuna og Tórshavnar kommuna løgdu saman nýggjársdag í 2005, varð grundstykkjaprísurin tann sami sum í Havn, og tá spæla bankarnir ikki við, tí at søluvirðið av húsum í Nólsoy er ikki tað sama sum í Havn.

   - Mann sigur, at tað verður hálverað í mun til, hvat tað kostar at byggja upp, og tað er líka dýrt at byggja, og so er tað er flutningurin aftrat, sigur Jákup av Skarði, sum eisini hevur sagt, at góðir møguleikar eru at hittast í bygdini, í kirkjuni, missiónshúsinum, skúlanum, dagstovninum, Royndarhúsinum og Avhaldshúsinum. Somuleiðis eru nólsoyingar raskir at finna saman í kvinnukóri, manskóri, bindiklubbum, skótum, bjargingarfelagnum og fótbólti á Mýruni – og bygdarveitslurnar eru ikki at forsmáa.

   Tann einasta grundin til, at tað er vorðið líka dýrt sum í Havn at byggja í Nólsoy er, at tað verður sagt, at kommunan skal ikki hava undirskot.

   - Men so kann tað undrað, at aðrar bygdir selja grundstykkir fyri 10.000 krónur fyri at fáa fólk til, sigur, fyrstilærarin í Nólsoy. Hann heldur tað vera løgið, at tað skal bera til í summum bygdum, men ikki innanfyri markið hjá Tórshavnar kommunu.

   Jákup av Skarði heldur, at kommunan skal nettupp spæla upp á tað, at palettin er so breið: Í Tórshavnar kommunu hevur tú býin, tú hevur bygdir, tú hevur býlingar, tú hevur miðbýin – alt hetta ymiska, og sostatt fært tú drigið fólk av ymiskum slag til tín.

   Meira verður um Nólsoy seinni.

Myndin:

Tað var eitt ynski frá foreldrum fyri tveimum árum síðan um at taka forskúla, sum var í bygdini fyri nøkrum árum síðan, uppaftur. - Vit fingu so eitt forskúlalíknandi tilboð hetta skúlaárið, sigur Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni