Tíðindi

Næmingarnir í lesiringi fáa góðar royndir í lesifatan

- Tað er hugaligt at hoyra lærararnar, sum hava næmingarnar, ið eru við í lesiringi, siga, at hesir næmingarnir duga sera væl at greina og tulka tekst; teir gerast betri tekstlesarar og tora at siga, hvat teir halda um ymiskt, sigur Birna Gaard, lærari og skúlabókavørður í Skúlanum við Løgmannabreyt.

04.12.2018

Á triðja ári hava tey lesiringar í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Tað eru Birna Gaard og Brynhild Nolsøe, lærarar, sum stíla fyri. Í ár er annar lesiringurin fyri næmingar í 5. flokki og hin fyri næmingar 6. og 7. í flokki.

- Okkara royndir eru sera góðar; hetta er kveikjandi og hugaligt arbeiði; fleiri av teimum, sum eru við í ár, vóru eisini við í fjør. Vit gera lesiring eftir, hvussu nógvir næmingar melda seg til. Endamálið er at geva næmingum, sum dámar væl at lesa, eitt stað at hittast og viðgera bøkur.

Prátið í lesiringunum er í høvuðsheitum stýrt av teimum, sum skipa fyri, og næmingarnir læra m.a. annað at nýta ein greiningarfrymil, tá ið teir lesa og viðgera bøkurnar.

- Fyri at fáa glið á at tosa um bókina stýra vit lærarar rættiliga neyvt at byrja við. Vit leggja okkum eftir, at næmingarnir sleppa at greina og tulka bókina, teir hyggja at tekstaslagi, myndberingum, samanberingunum, teir lýsa persónarnar, tíð, stað og evni, og onkuntíð biðja vit teir um at skriva ummæli. Vit geva teimum ikki somu uppgávur hvørja ferð, tað veldst um bókina, men vit leggja dent á ymiskt, soleiðis at teir læra at brúka frymilin. Vit tosa eisini um rithøvundin og um boðskapin í bókini.

Næmingarnir eru væl við; tað noyðast teir, tí bólkurin er lítil, sigur Birna Gaard.

- Tey, sum eru prátingarsom, tosa meiri enn tey, sum eru minni prátingarsom, men øll eru við. Næmingarnir hava eina skrivibók, sum er til lesiringin, og í hana skriva teir ymiskt at taka fram, tá ið vit møtast. Vit leggja eisini upp til kjak, og vit vísa teimum á, at vit ikki nýtast at vera samd um tað, sum verður lýst; teir læra at grundgeva fyri tí, teir halda. Hvørja ferð biðja vit næmingarnar geva bókini stjørnur og at finna brot í søguni, sum hevur givið teimum eina serliga kenslu at lesa. Tað er hugaligt at hoyra lærararnar, sum hava næmingarnar, ið eru við í lesiringi, siga, at hesir næmingarnir duga sera væl at greina og tulka tekst; teir gerast betri tekstlesarar og tora at siga, hvat teir halda um ymiskt.

Bøkurnar, sum verða lisnar, eru ymiskar, í flestu førum fagrar bókmentir; ævisøgur verða eisini lisnar. Lærararnir velja bøkurnar.

- Tað er umráðandi, at tey duga at lesa ymisk tekstasløg. Vit skifta millum nýggjar og eldri bøkur. Vit lesa bara føroyskar bøkur, helst upprunabøkur, men eisini týddar.

Næmingarnir í lesiringinum eru næmingar, sum duga væl at lesa og sum lesa nógv.

- Vit hava eisini næmingar, sum ikki eru líka vanir at lesa, og summar, sum hava góðan vilja at vera við og tíma væl bókmentir, men sum ikki lesa so skjótt og væl. Tað gongur væl, tí hetta eru næmingar, sum eru væl fyri fakliga.

Lesiringarnir við Løgmannabreyt eru ein royndarverkætlan; fyrsta árið vóru lesiringarnir frá januar til summarfrítíðina, í fjør vóru teir alt skúlaárið, og í ár frá heystfrítíðini til páskafrítíðina, tó ikki í desember.

- Vit royna okkum fram at finna rætta leistin; okkara royndir eru, at tað er ov drúgv tíð at hava lesiring eitt heilt skúlaár. At lesa til lesiringin kemur jú afturat skúlatingunum, tú annars hevur; næmingarnir troyttast at hava ov nógv. Í fjør vóru næmingarnir blandaðir eitt sindur, annar lesiringurin hevði næmingar í 5. og 6. flokki og hin næmingar í 6. og 7. flokki. Vit eru komin fram til, at 8 næmingar í hvørjum lesiringi er hóskandi tal; tey kunnu vera upp til 10; verða næmingarnir fleiri, verður prátið ikki nóg flótandi, og øll sleppa ikki til orðanna. Støddin á bókini ger av, hvussu ofta vit møtast, er bókin drúgv, hittast vit eina ferð um mánaðin, er hon stutt, hittast vit aðru-triðju hvørja viku.

Upprunaliga var ætlanin at hava lesiring á øllum floksstigum og tvørtur um floksstig við bæði gentum og dreingjum. Henda ætlanin var í so framsøkin, sigur Birna Gaard.

- Tað riggar væl at hava lesiring við næmingum, har tað ikki er meiri enn eitt floksstig á muni; verður tað ov stórt glopp í aldri, riggar tað ikki so væl. At hava bæði gentur og dreingir riggar eisini væl; umleið ein fjórðingur av næmingunum er dreingir. Vit hava roynt at havt lesiringin at fata um næmingar í hádeild, men hesir næmingarnir siga seg hava nógv at gera, og tí velja teir lesiring frá.

Leiðslan í skúlanum søkti Mentamálaráðið um tímar til at hava lesiringarnar. Hetta skúlaárið hava tær fingið játtað ein tíma til samans í virksemisætlanini; tað er ov lítið, og tí taka tær tíð av bókasavnstímunum og egintíðini. Lesiringarnir eru í skúlatíð, og avtalað er við lærararnar hjá næmingunum, nær lesiringarnir eru. Atlit verða tikin fyri ikki at órógva annað, ið flokkurin ger.

- Næmingarnir melda seg til, tá ið vit byrja; vit heingja eina plakat upp og boða frá, at lesiringarnir byrja, umframt at vit boða lærarunum frá. Vit fara eisini inn í flokkarnar at greiða frá, hvat ein lesiringur er; tá hava vit helst tveir næmingar við, sum hava verið í lesiringi. Teir greiða frá, hvussu teimum dámar at vera við í lesiringi, og hvat krevst.

Hava lærarar hug at seta lesiring á stovn, eru ráðini frá Birnu Gaard og Brynhild Nolsøe at byrja í smáum og royna seg fram.

- Eftir okkara tykki er tað gott at vera tveir lærarar, sum taka sær av lesiringunum; vit eru ikki altíð tvær, men í flestu førum. Vit hava flestu og bestu royndirnar í 5.-7. flokki, har næmingarnier eru forvitnir og virknir. Tað er eisini umráðandi at gera løtuna hugnaliga, vit bjóða t.d. frukt og keks og gera umstøðurnar hugnaligar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.