Tíðindi

Næmingarnir missa meiri, enn vit gruna

Tað hevur avleiðingar fyri næmingar, at umstøðurnar at hava øðrvísi undirvísing enn ta siðbundnu ikki eru góðar. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

29.06.2021

Tað er ikki bara í grunddeildini, at umstøðurnar eru vánaligar hjá lærarum at skapa øðrvísi lærirúm í skúlastovuni, soleiðis sum vit kenna tað, ella uttan fyri skúlans øki. Í hádeildini eru so nógvar bindingar við ítøkiligum førleikamálum og royndum, at tær kunnu virka sum ein trong spennitroyggja, og tí kann vera ringt at fáa tað bera til at skipa fjøltáttaða undirvísing við til dømis at hava kannandi, verkligar ella handaligar arbeiðshættir ella at fara út úr skúlastovuni.

- Tað hevur ikki bara týdning fyri yngstu næmingarnar at hava fjøltáttaða undirvísing, ið brýtur frá tí vanligu; teir eldru hava eisini gagn og gleði av tí. Summir lærarar fáa tað at bera til, men tað kann vera trupult, tí lærarin hjá næmingunum í hádeildini skal alla tíðina hugsa um alt tað fakliga, hann skal røkka hvønn einasta undirvísingartíma, og næmingarnir skulu jú til støðuroyndir og próvtøku. Harvið er ikki sagt, at teir einki læra fakliga við at fara út, tí tað gera teir, og teir fáa so nógv umframt, men tað eru so nógv einstøk mál í hvørji lærugrein, sum skulu røkkast, at tað kann vera ein forðing fyri at fara í dýpdina og at fara út um skúlans øki, tí at tílíkir arbeiðshættir krevja langa tíð. Tankin í námsætlanunum var at hava krav um nøkur faklig førleikamál til hvørja lærugrein; hetta skuldi svara til 80 prosent av samlaða setninginum, og so kundi lærarin sjálvur velja 20 prosent aftrat, sum tað passaði best til flokkin, men eftir mínum tykki raktu vit eitt sindur við síðuna av, tí tá ið avtornaði fylla tey kravdu fakligu málini í námsætlanunum meira enn samlaðu undirvísingartíðina, so at tað er einki pláss fyri spontaniteti og fjøltáttaðari undirvísing. Skalt tú røkka øllum teimum fakligu málunum í námsætlanunum, so fer øll tíðin við tí arbeiðinum, og so røkkur tíðin ikki til spontanitet.

Loysnin er ikki bara at endurskoða námsætlanirnar við at seta færri faklig førleikamál og støðisførleikar inn í staðin. Loysnin er eisini at gera eina skipan, sum leggur upp fyri eini undirvísing, sum fer tvørtur um lærugreinir og tímar, og so mugu vit eisini hava fleiri lærarar í flokkarnar, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað er lættari at skipa eina øðrvísi undirvísing í hádeildini enn grunddeildini, tí eldri næmingar kunnu arbeiða meiri sjálvstøðugt enn yngri næmingar. Í koronaskúlanum vóru næmingabólkarnir smáir, einir 10 næmingar, tá ið teir vóru flestir, og sami lærari var um somu næmingar størsta partin av skúladegnum. Lærarin hevði betri yvirlit yvir hvønn einstakan næming og fekk betur hjálpt hvørjum einstøkum, og næmingarnir høvdu ein meira samanhangandi dag, sum eisini var nakað styttri enn vanligt. Bara at stytta skúladagin loysir ongar trupulleikar, tí umstøðurnar verða ikki broyttar av teirri orsøk. Tað einasta, sum kann loysa upp fyri eini smidligari undirvísing í grunddeildini, har pláss er fyri spontaniteti, eru fleiri lærarar um næmingarnar; hvør einstakur lærari má varða av færri næmingum. Tað hevði eisini gagnað miðdeildini og hádeildini við fleiri lærarum, og at færri næmingar eru í hvørjum flokki. Støddin á flokkunum er alt ov stór, tá ið talan er um náttúru og tøkni og skapandi lærugreinirnar. Lærarin fær ikki arbeitt við nøkrum evni til fulnar, tá ið hann skal varða av so nógvum næmingum og samstundis skal tryggja sær, at allir næmingarnir verða møttir, har teir eru.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.