Tíðindi

Næmingarnir lítið motiveraðir at vera við í PISA

Næmingarnir høvdu verið betur motiveraðir at vera við í PISA-kanningini, um úrslitið taldi við í próvtalinum.

06.12.2023

Tað er sagt fyrr, at næmingar í fólkaskúlanum í Føroyum eru lítið hugaðir at taka lut í PISA. Nýggjasta úrslitið staðfestir, at støðan er óbroytt.

Eins og í 2018 varð eisini í 2022 spurt um, hvussu motiveraðir næmingarnir vóru at svara PISA-kanningini. Heldur ikki í 2022 vóru næmingarnir serliga hugagóðir, serliga tá spurt verður um hugburðin til „at gera tað gott“. Tað sæst eisini í kanningini, at tey, sum siga seg hava arbeitt áhaldandi við uppgávunum, sjálvt um tær vóru torførar, fingu munandi fleiri PISA-stig í miðal.

Næmingarnir eru eisini bidnir um at siga á einum stiga frá 1 til 10, hvussu stóran ómak tey gjørdu sær fyri at standa seg væl í PISA-kanningini. Til ítøkiliga spurningin um, hvussu nógvan ómak tey gjørdu sær í PISA-kanningini, sæst, at svarini spjaða seg rættiliga javnt, men at tey flestu tó hava lagt seg millum 5 og 7 á stiganum. Næmingarnir svaraðu munandi øðrvísi, tá tey fingu ein meira hugleiðandi spurning um, hvørt tey høvdu gjørt sær størri ómak í PISA-kanningini, um úrslitið varð talt við í skúlakarakterunum. Her er eingin ivi – tað høvdu tey!

Hóast tað her sæst, at næmingarnir siga, at teir høvdu farið undir PISA-kanningina við størri motivatión, um úrslitið var partur av próvtalinum, so er hetta ikki endamálið við PISA-kanningini. Heldur er endamálið at kanna skúlaskipanina hjá luttakandi londunum. Kanningarnar kanna ikki einans um næmingarnir, tá kravda skúlagongdin er við at verða av, duga at endurgeva tað, tey hava lært, men eisini verður kannað, hvussu væl næmingarnir duga at nýta sína vitan í ókendum høpi, bæði í skúlanum og uttan fyri skúlan. Hesin háttur tekur atlit til tann veruleika, at í dagsins samfelagi verða persónar ikki bert virdir og løntir fyri, hvat teir vita, men í alt størri mun eisini fyri, hvat teir kunnu gera við tað, teir vita.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.