Tíðindi

Næmingarnir eru forvitnir og vilja vita alt

Í Sørvágs skúla raðfesta tey góða heilsukunning og spennandi undirvísing í seksualviðurskiftum øll skúlaárini. Joan Hovgaard, lærari í lívfrøði í Sørvágs skúla, og Gitte Samuelsen, heilsufrøðingur í Sørvágs skúla

07.07.2022

- Lærarar eru ymiskir, skúlar somuleiðis, men tá ið talan er um seksualundirvísing, hevur fólkaskúlin sum heild flutt seg ógvuliga nógv síðstu árini. Tað, sum var tagt burtur og pínligt at tosa um fyri nøkrum árum síðan, verður nú vent og snarað í undirvísingini og opnum práti. Næmingarnir eru forvitnir og vilja vita alt, sigur Joan Hovgaard.

Er seksualundirvísingin tilvildarlig, sum sagt var í orðaskifti fyrst í hesum árinum, so kann tað vera tí, at lærarar leggja dent á ymiskt og brúka ymiskt tilfar, umframt at námsætlanin ikki er dagførd, heldur hon.

- Mær vitandi taka lærarar tað upp í undirvísingina, sum teir halda hoyrir heima í seksualundirvísing nú á døgum. Vit eru tríggir lærarar í lívfrøði í Sørvágs skúla, hjá okkum er einki tabu at tosa um, og vit venda og snara øllum steinum. Sama er at siga um heilsufrøðingin. At Gigni við heilsufrøðingunum harumframt ger sítt til, at børnini longu í fyrsta flokki og øll skúlaárini uppeftir hoyra um kenslur, mørk, kropp og annað, er alt við til at geva næmingunum gott innlit í hesi viðurskiftini.

Gitte Samuelsen er heilsufrøðingur í Sørvágs skúla; hon er staðsett í skúlanum tveir dagar um vikuna. Hon leggur í arbeiði sínum stóran dent á at røkka øllum árgangum á nærum hvørjum ári; hon er samd við Joan Hovgaard í, at góð seksualundirvísing hevur høga raðfesting.

- Hóast heilsufrøðingar kring landið arbeiða ymiskt, so tori eg at siga, at teir sum heild leggja stóran dent á at skapa eitt trygt rúm fyri næmingarnar á hvørjum floksstigi sær; vit byrja longu í fyrsta flokki at seta orð á ymiskt, og so leggja vit aftrat, so hvørt næmingarnir eldast og búnast.

Hvat er tað so, sum í roynd og veru verður gjørt í skúlanum? Heilsufrøðingurin hevur sítt øki og sína uppgávu og lærararnir eina aðra, og tað verður ikki avrátt ítøkiliga, hvørji evni og øki hvør tekur. Báðir partar eru tó á einum máli um, at tað bara leggur aftrat vitanini, næmingarnir ogna sær, um teir fáa undirvísing í sama evni frá bæði lærara og heilsufrøðingi.

- Næmingarnir fáa kunning øll skúlaárini, og ymsu evnini verða tikin fram, so hvørt teir búnast, og vit meta, at teir eru til reiðar at fáa undirvísing í teimum evnunum, men tað er ikki fyrr enn, at teir hava tørv á vitanini, teir fáa, at hon so at siga verður brúkt virkið, og tí er gott at fáa undirvísing í sama evni frá bæði lærara og heilsufrøðingi, kanska fleiri ferðir, siga tær báðar.

Fyrstu ferð næmingarnir hoyra um mannakroppin sum undirvísingarevni, er í náttúru og tøkni í miðdeildini; talan er tá meiri um heilsukunning og lívvirkisfrøði heldur enn seksualundirvísing. Í 7. flokki flytur heilsukunningin seg yvir í seksualundirvísing, og tá hava næmingar fyrstu ferð um nøring, kynsgøgn og kynslív.

- Vanliga eru næmingarnir í 7. flokki ógvuliga forvitnir, teir vilja vita alt eftir ongari tíð. Teir og næmingarnir í hádeildini eru sum heild ógvuliga áhugaðir í øllum tí, sum hevur við seksualundirvísing at gera, bæði fakta um kropp, kenslur og kynslív, men eisini um alt tað, sum vit nevna tey bleytu virðini, so sum mørk, samtykki og lógarverk rundan um alt, sum hevur við kynslív at gera. Í 9. flokki tosa heilsufrøðingar nógv um, hvat lógin sigur um mørk og samtykki. Um at bróta mørk og kenna egin mørk og mørk hjá øðrum. Um rúsdrekka og at rúsa seg í sambandi við kynslív og porno. Um álit og kenslulív. Um trýst og kynslív. Um nær ung eru klár til kynslív. Um harðskap í parlagi. Um ymisleika og ymsar kenslur um kroppin. Um reinføri, kynssjúkur, fyribyrging, samkyndleika og so framvegis. Vit fara víða um.

Heilsufrøðingurin byrjar longu í grunddeildini at seta orð á ymiskt, sum kemur undir kynsliga heilsu. Tá verður tosað nógv um mørk og trivnað eisini.

- Í fjórða flokki hava vit bólkaundirvísing fyri gentum um menstruatión. Um stundir eru til tað, so hava vit eisini undirvísing fyri dreingjum á tí floksstigi, men teir eru ofta meiri áhugaðir í øðrum evnum tá, so sum vinalagi, happing og so framvegis. Í fimta, sætta og sjeynda flokki taka vit í tað, sum eyðkennir pubertetin, bæði fakta rundan um tað, sum hendir við kroppinum, umframt tað kensluliga og kynsliga, mørk og slíkt, og tá tosa vit fyrstu ferð um seksualundirvísing. Í 9. flokki gera vit nógv við seksualundirvísing, og í hádeildini er eisini møguleiki fyri at umrøða onnur heilsulig evni, so sum rúsdrekka, tubbak og annað.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.