Tíðindi

Næmingarnir eiga at fáa ein rímiligari skúladag

Tøl vísa, at føroysku børnini hava longstu skúlavikuna í Norðurlondum. Vit eiga tí at skera fleiri tímar av tímatalvuni hjá teimum yngru og serliga hjá eldru næmingunum, sum hava alt ov nógvar tímar á skemanum. Tað sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, í sínum íkasti til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan, sum verður í komandi viku.

16.02.2024

UPPHITING TIL AÐALORÐASKIFTIÐ UM FÓLKASKÚLAN:

Hvørji evni heldur tú hava størst týdning at taka fram, nú fólkaskúlin fer at verða viðgjørdur í aðalorðaskifti í løgtinginum?

Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at næmingarnir í skúlanum fáa ein meira rímiligan skúladag bæði innihaldsliga og í longd. Skúladagurin, sum jú er teirra arbeiðsdagur, er alt ov langur. Tøl vísa, at føroysku børnini hava longstu skúlavikuna í Norðurlondum. Vit eiga tí at skera fleiri tímar av tímatalvuni hjá teimum yngru og serliga hjá eldru næmingunum, sum hava alt ov nógvar tímar á skemanum. Vit hava í langa tíð lagt fleiri lærugreinar aftrat tímatalvuni og sett størri krøv til næmingarnar. Tað er tó eitt mark fyri, hvussu nógva vitan okkara næmingar klára at taka ímóti upp á ein dag og ígjøgnum vikuna annars. Fyrr ella seinni klárar høvdið ikki meira, og tá blívur úrtøkan eisini har eftir. Skúlin á Fløtum hevur royndarkoyrt eina skipan við styttri skúladøgum. Næmingarnir haðani lata so væl at hesum, at teir hava sjálvir lagt uppskot um at stytta skúladagin fyri Ungdómstingið í ár.

Samstundis haldi eg, at vit skulu bloyta upp í lærugreinabýtinum, tí sum er fylla hugvísindaligu lærugreinarnar alt ov nógv (54,6%). Tað gevur t.d. ikki so góða meining, at næmingar skula greina og tulka søgur í teimum trimum málsligu lærugreinunum: føroyskt, danskt og enskt.

Onkur tími skal kanska flytast til náttúruvísindaligu lærugreinarnar, sum annars liggja á einum rímiligum støði (29,5%), men fyrst og fremst mugu fleiri tímar koma teimum handaligu lærugreinunum og ítróttinum til góða. Serliga hetta síðsta fer at skapa eina betri og sunnari javnvág í lærugreinabýtinum. Vit eru ikki øll akademikarar, og hetta má síggjast aftur í fólkaskúlanum. Allir skúlanæmingar mugu kenna seg heima í fólkaskúlanum. Bæði tey handaligu og tey akademisku og alt, sum liggur har ímillum.

Eg sita við einari kenslu av, at fólkaskúlin peikar øllum næmingum til miðnámsskúlan sum tað næsta stigið eftir fólkaskúlan. Miðnámsskúlin er sera góður (eg havi sjálvur gingið har), men skal allur ungdómurin á miðnám? Í hesum sambandi má eg eisini skoyta uppí, at tað er púra skeivt, at miðnámsskúlin setur krøv til fólkaskúlanæmingar um at hava týskt og alis- og evnafrøði fyri upptøku á ávísum breytum. Hetta sæst aftur í framhaldsdeildini, har næmingar velja aðrar vallærugreinar frá orsakað av hesum krøvum.

Aftrat hesum mugu vit arbeiða fram ímóti, at næmingar fáa meira tíð saman við læraranum. Hetta kann gerast við eitt nú at minka um floksstøddirnar, og at fleiri lærarar eru um børnini t.d. við at styrkja tvílæraraskipanina.

Hvat eigur at fáa fremstu raðfesting at fremja, tá ið talan er um fólkaskúlan?
Tað, sum eg haldi, eigur at fáa hægstu raðfesting, er at stytta skúladagin hjá næmingunum, saman við at bloytt verður upp í lærugreinabýtinum. Mín sannføring er, at hesini tingini saman fara at gera skúladagin hjá børnunum munandi hugaligari, og at trivnaðurin harvið fer at økjast.

Hvat væntar tú kemur burtur úr aðalorðaskiftinum?
Eg vænti eitt lívligt og farvuríkt orðaskifti. Vit hava øll gingið í fólkaskúla og hava flest øll tí eisini eina sterka meining um, hvussu skúlin skal innrættast. Samstundis eru meiningarnar uttan iva sera ymiskar. Mín vón er tó, at okkurt gott spyrst burturúr, og at politiska skipanin ikki fer at halda aftur við at gera tær broytingar, sum skulu til fyri at økja um trivnaðin hjá skúlabørnunum. Høvuðsfokusið eigur at liggja á næmingunum eftir mínum tykki, men vit skulu sjálvandi eisini syrgja fyri, at lærarar trívast á skúlanum. Tað eru jú teir, ið dríva verkið.

Skúlablaðið hevur heitt á umboð fyri allar politisku flokkarnar um at geva eitt íkast til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan. 

Les íkastið frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum, á heimasíðuni mikudagin, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, í gjár, og Hannu Jensen, løgtingskvinnu fyri Framsókn, í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.