Tíðindi

Næmingar vilja læra onnur mál enn týskt

Týskt er fremmandamálið, sum tú kanst velja at hava í hádeildini, umframt enskt og danskt sum eru kravd, men stóð tað til næmingar, so áttu fleiri fremmandamál at verið at valt ímillum.

17.10.2018

Skúlablaðið hevur tosað við fimm næmingar, ið ganga í 8. flokki í Skúlanum á Skúlatrøð, og spurt teir, um týdningin at læra fremmandamál, hvat teir halda um útboðið av fremmandamálum í fólkaskúlanum o.s.fr.

Malena Olsen hevur ikki valt týskt, tí at hon heldur vildi hava alisfrøði. Hon kundi valt bæði, men hon vil ikki hava ov nógvar tímar, og hon veit ikki, um hon fær brúk fyri týskum. Um hon hevði kunnað valt millum fleiri fremmandamál, so hevði hon helst valt kinesiskt ella spanskt, sigur hon.

- Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit læra fremmandamál í fólkaskúlanum. Tað eru so øgiliga fá fólk, ið duga føroyskt, so vit høvdu ikki komið langt við at bara duga føroyskt.

Malena er ikki so áhugað í at læra nýggj mál sum heild, men um tað hevði verið eitt mál, ið hon var áhugað í at læra, so hevði hon helst tímað, sigur hon. Malena heldur, at útboðið av fremmandamálum í fólkaskúlanum er í lagi. Hon sigur, at tað hevur størstan týdning at duga enskt og danskt, men hon væntar, at nógv høvdu hildið, tað verið deiligt, um mann hevði kunnað valt t.d. spanskt ella franskt í 8. flokki.

Silas Gaard hevur valt týskt, tí hann heldur, at tað er spennandi at læra eitt nýtt mál. Um hann hevði kunnað valt millum fleiri fremmandamál, hevði hann viljað havt spanskt í fólkaskúlanum. Hann heldur, at tað hevur týdning at læra fremmandamál, um mann møtir onkrum, ið tosar eitt annað mál. Hann er áhugaður í at læra nýggj mál, um tað er eitt spennandi mál, sum hann tímir at læra.

- Eg haldi, at tað er eitt sindur keðiligt ikki at kunna velja onnur mál enn týskt, tí at tað er ikki eitt mál, sum ein og hvør ungur vil læra fyrst. Eg skilji tó eisini væl, at mann ikki kann hava so nógv mál, tí so verður tað so nógv meira undirvísing og kanska tveir næmingar, ið velja týskt.

Lóa Samuelsen hevur ikki valt týskt. Hon heldur ikki, at tað er eins týdningarmikið at hava týskt, sum tað hevur verið. Um Lóa hevði kunnað valt millum fleiri fremmandamál, hevði hon valt spanskt, tí hon hevur familju, ið tosar spanskt, og hon hevði viljað dugað at tosa við tey og skilja tey. Hon hevur stóran áhuga í at læra fremmandamál og hevði kanska eisini tímað at lært franskt.

- Tað hevur størri týdning at læra fremmandamál hjá summum enn hjá øðrum. Tey, sum ætla at arbeiða uttanlands, hava brúk fyri at læra onnur mál. Eg haldi, at tað er eitt sindur keðiligt, at vit ikki kunnu velja onnur mál. Vit hava ikki líka nógv brúk fyri týskum sum áður. Spanskt er blivið eitt sindur týdningarmikið nú, tí fáir spaniólar læra enskt. Eg hevði væl tímað at valt spanskt, um tað var ein møguleiki.

Maria Josephsen hevur valt týskt, tí at hon eins og Silas heldur, at tað er spennandi at læra nýggj mál. Um hon hevði kunnað valt millum fleiri fremmandamál, so hevði hon valt spanskt, sigur hon.

- Eg haldi, at tað hevur týdning at læra fremmandamál. T.d. á sosialu miðlunum skriva tey ofta á einum øðrum máli, og tú kanst brúka tað nógva staðni, bæði í frítíð og arbeiði. Eg haldi, at tað er ein fyrimunur.

Maria heldur, at tey læra nógv mál í skúlanum sum er, men hon hevði væl tímað at havt fleiri, og hon heldur, at tað hevði verið spennandi at lært onnur mál.

Lea Jógvansdóttir hevur ikki valt týskt, tí hon er ikki áhugað í týskum.

- Eg hevði so gjarna viljað havt spanskt. Eg eri rættiliga áhugað í Spania, og tað hevði verið stuttligt at dugað at tosa tað.

Hon heldur, at tað hevur týdning at læra fremmandamál, soleiðis at vit kunnu samskifta betur í øðrum londum. Hon vil fegin duga fleiri mál. Hon heldur, at tað eru ov lítið útboð av fremmandamálum í okkara skúla. Hon er hørm um, at hon ikki kann velja spanskt, tí tað umframt franskt eru tvey áhugaverd mál.

Tekstur: Guðrið Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni