Tíðindi

Næmingar velja 10. flokk fyri at fyrireika seg betur

Tað eru nógvir møguleikar eftir fólkaskúlan, og 10. flokkur vísir seg at vera eitt umtókt val millum ung bæði í Danmark og Føroyum.

21.11.2018

Flestu kanningar, sum eru gjørdar seinastu árini av, hví ung velja 10. flokk, vísa, at hjá nógvum er tað eitt stórt trýst at velja, hvat tey skulu eftir fólkaskúla. Fyri nógv ung er tað tað fyrsta sjálvstøðuga valið, ið tey skulu taka. Tey halda, at valið er avgerandi, og eru bangin fyri, at tey ikki kunnu velja av nýggjum, um tað vísir seg, at tey valt skeivt. Tískil gevur 10. flokkur teimum møguleikan at hugsa seg betur um, áðrenn valið skal takast.

Tað eru nógvir møguleikar eftir fólkaskúlan, og 10. flokkur vísir seg at vera eitt umtókt val millum ung bæði í Danmark og Føroyum.

Sambært yvirlitunum hjá Mentamálaráðnum yvir næmingar kring landið frá 2009 til í ár fara uml. 60-70% av næmingum úr 9. flokki í 10. flokk á hvørjum ári. Í ár vísir tað tó seg, at talið er eitt sindur minni.

Kanningarnar, ið Danmarks Evalueringsinstitutt, EVA, hevur gjørt í Danmark, vísa, at ung velja 10. flokk fyri at halda ein steðg frá einum støðugt vaksandi trýsti. Trýstið kann koma úr nógvum ymiskum støðum, frá umheiminum, samfelagnum, lærarum og foreldrum. Ung kunnu millum annað hugsa, at tey mugu velja rætt fyrstu ferð. Hvat vænta mamma og babba? Hvør eri eg? Hvat eri eg áhugað/ur í? Hvat dugi eg væl? Nógv halda, at tey hava brúk fyri meira tíð fyri at finna út av hesum.

Nógv ung siga, at tey eru ikki klár at fara beinleiðis víðari undir miðnámsútbúgving og velja tískil 10. flokk. Tey siga, at teimum tørvar ein steðg og vænta, at 10. flokkur kann gera tey “meira klár” bæði persónliga og fakliga.

Persónliga kann tað snúgva seg um at læra seg sjálv betur at kenna og gerast meira búgvin, soleiðis at mann betur klárar eina miðnámsútbúgving, ið tykist at krevja, at mann skal vera meira “vaksin” og ábyrgdarfullur.

Fakligar orsøkir kunnu t.d. vera, at mann vil klára seg betur í ávísum lærugreinum ella at fáa møguleikan at hækka miðaltalið.

Nógv, ið ætla sær á miðnám eftir 10. flokk, vænta, at miðnám verður á einum nógv hægri støði, men kenna seg ikki klár. 10. flokkur kann tískil á ein hátt vera fyrireiking til miðnám.

10. flokkur er eitt ár, har ung fáa møguleikan at royna okkurt nýtt í einum umhvørvi, ið er merkt av minni trýsti enn siðbundna útbúgvingarskipanin.

Eftir 10. flokk er vanligt, at ung fara undir eina miðnámsútbúgving, sama hvørja orsøk tey valdu 10. flokk. Endamálið við 10. flokki er eisini at geva næmingunum møguleika at gerast betur fakliga skikkað og meiri búgvin at velja útbúgvingarleið; nógv ung halda, at teimum tørvar 10. flokk fyri at koma víðari.

Hetta skúlaárið telur 10. flokkur kring landið gott og væl 57 prosent av teimum, sum gingu í 9. flokki í fjør. Samsvarandi var talið 65 prosent fyri í fjør, 63 prosent fyri 2016-17, 66 prosent fyri skúlaárið 2015-16, 65 prosent fyri 2014-2015, 66 prosent fyri 2013-14, 65 prosent fyri 2012-13, 70 prosent fyri 2011-12 og 71 prosent fyri 2010-2011.

Næmingatølini kunnu síggjast á:

https://www.mmr.fo/fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/folkaskulin/naemingatalid-i-folkaskulanum/

Um kanningina hjá EVA kunnu tit lesa her:

https://www.eva.dk/grundskole/unge-vaelger-10-klasse-blive-klar-uddannelse

 

Tekstur: Guðrið Egholm

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.