Tíðindi

Næmingar tíma sera væl at hava myndlist

Rudi Olsen hevur undirvíst í myndlist í fleiri ár í Danmark og í eitt hálvt ár á Argjahamri. Hon sigur, at hennara uppliving er, at næmingar tíma sera væl at hava myndlist, tí hetta gevur teimum nakað heilt annað enn bókligu lærugreinarnar gera.

13.12.2018

Tað er fríggjamorgun, og eg havi leitað mær í Skúlan á Argjahamri. Eg fari at hyggja at, hvussu tað gongur fyri seg, tá næmingar í 6. og 7. flokki hava myndlist. Her hava tey ikki evning, men myndlist. Lærari er Rudi Olsen, sum hevur lisið til lærara í Danmark, og har hevði myndlist sum linjulærugrein.  

Tá eg komi inn í hølið, sita øll longu og arbeiða. Man merkir, at næmingarnir tíma hetta ordiliga væl. Tey arbeiða sera hugagóð, og øll eru í gongd við tað, sum tey skulu. Um onkur ivast í, hvussu tey nú skulu gera, eru tey skjót at hjálpa hvørjum øðrum, og av tí at næmingabólkurin ikki er so stórur, hevur lærarin tíð til einstaka næmingin.

Evnið á hesum skeiðnum er “andlitsmyndir”. Í fyrsta umfari mála tey eina andlitsmynd av sær sjálvum á lørift, og síðan fara tey at tekna eina andlitsmynd við blýanti. Tey læra á hendan hátt ymiskar teknikkir, at eygleiða og at byggja eina mynd upp.

Tað er stuttligt at hoyra prátið næminganna millum, ímeðan tey arbeiða. Tey tosa um andlitsdrøg, hvørjum tey líkjast, hvørji andlitsdrøg ganga aftur í teirra familju o.s.fr. Næmingarnir vísa eisini áhuga fyri myndunum hjá hinum, tey rósa hvørjum øðrum og skemtast. Her er ein avslappaður og góður dámur.

Rudi Olsen hevur undirvíst í myndlist í fleiri ár í Danmark og í eitt hálvt ár á Argjahamri. Hon sigur, at hennara uppliving er, at næmingar tíma sera væl at hava myndlist, tí hetta gevur teimum nakað heilt annað enn bókligu lærugreinarnar gera, og hetta er eisini við til at geva næmingunum áhuga fyri list. Her er eisini pláss fyri øllum, og t.d. kemur tað meira enn so fyri, at næmingar, sum kanska ikki eru so bókligir, blóma her.

Rudi greiðir frá, at hetta við at arbeiða við andlitsmyndum eydnast altíð væl, næmingar eru altíð ovfarnir og ernir av tí, tey hava gjørt. Samstundis sum tey læra nógv, fáa tey eina realistiska fatan av, hvussu vit síggja út. Hon nevnir sum dømi, at tey flestu hava lyndi til at tekna eyguni stór og eygnavippur ógvuliga langar, nøsina alt ov lítla og hálsin sera smalan. Men her er avbjóðingin, at alt skal teknast í tí støddarlutfalli, tað í veruleikanum er, so sum vit menniskju í veruleikanum síggja út. Hetta kann eisini hava við sær, at næmingarnir verða betur førir fyri at skyna ímillum, hvat er veruligt, og hvat er tilgjørt. Eitt endamál við lærugreinini er jú, at næmingarnir við at framleiða egnar myndir, verða førir fyri at eygleiða, skilja og nýta myndamál sum ein miðil at bera ein boðskap fram.

Hetta kemur teimum eisini til góðar, tá tey í hádeild fara at tulka og greina myndir í føroyskum og donskum. Tey koma tá frammanundan at hava eina vitan t.d. um listasøgu og hugtøk, kompositión og hvussu ein kann nýta litir sum samskifti. Rudi Olsen heldur eisini, at næmingarnir í myndlist menna førleikan at arbeiða og hugsa skapandi og kreativt, og at hetta koma teir eisini at fáa ágóða av í øðrum lærugreinunum.

Rudi kundi hugsað sær, at pláss eisini var fyri myndlist í hádeildini. Sum nú er velja flestu næmingarnir alisfrøði og týskt, og so er ikki pláss fyri fleiri lærugreinum. Men tey áttu at havt minst eina kreativa lærugrein, eisini í hádeildini. Tað er umráðandi at arbeiða bæði skapandi, kannandi og tvørfakligt, t.d. við verkætlanum, tí heimurin er ikki býttur upp í lærugreinar, og tá arbeitt verður á hendan hátt, sæst væl, at flestu næmingar arbeiða við fullum huga. Nú hugt verður at tímabýtinum, í samband við kjakið um fólkaskúlan, átti hetta at verið tikið við.

Tekstur og mynd: Ragnhild Olsen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.