Tíðindi
22.08.2018
Enn eitt skúlaár er byrjað, og 8. floksnæmingar eru byrjaðir at hava vallærugreinir, ið tey valdu farna skúlaár. Ymiskt er, hvat hvør skúli hevur at bjóða næmingunum, og hvussu nógvar vallærugreinir teir kunnu velja.
Skúlablaðið hevur fingið fatur á trimum 8. floksnæmingum og spurt teir, hvørjar vallærugreinir teir hava valt, hvussu teimum dámar útboðið av vallærugreinunum, hvørjar lærugreinir teir høvdu viljað havt møguleika at valt og so framvegis.
Olga Tórðardóttir gongur í Eysturskúlanum í Tórshavn. Hon sigur eitt nú, at hon hevur valt alis- og evnafrøði og týskt av áhuga, men av tí at hon hevur valt júst hesar lærugreinir, kann hon ikki hava fleiri vallærugreinir sum t.d. kreativar lærugreinir, tí tímatalvan loyvir tí ikki. Hon sigur, at har vóru nógvar vallærugreinir at velja ímillum, men at hon er kedd av, at hon ikki kundi hava eina kreativa lærugrein afturat.
- Eg hevði gjarna viljað havt heimkunnleika/køk men eg slapp ikki, tí at týskt og p-fak eru samstundis, sigur Olga Tórðardóttir.
Elin Eyðunsdóttir, ið eisini gongur í Eysturskúlanum, hevur somuleiðis valt alis- og evnafrøði bæði av áhuga, og tí tað fer at gagna henni seinni í lívinum. Hon heldur, at útboðið av vallærugreinunum hevur verið sera gott, av tí at tað eru nógvar ymiskar vallærugreinir at velja í, og at tað er ymiskt, hvat næmingar tíma. Sjálv hevði hon tó gjarna viljað havt møguleikan at lært spanskt í fólkaskúlanum. Elin sigur tó, at skipanin kann gerast betri, tí nógvir næmingar velja alis- og evnafrøði og týskt, og tá er ringt at gera onnur hold til aðrar vallærugreinar, bæði tí at tað eru ov fáir næmingar, ið hava valt tað, ella tí tímarnir liggja samstundis.
- Tað er spell fyri tey, ið eru áhugað í øðrum enn týskum og alis- og evnafrøði, so tað átti mann at gjørt okkurt við.
Elin Linklett Mortansdóttir, ið gongur á Skúlatrøð í Klaksvík, hevur valt miðlar, tí henni dámar væl at taka myndir og vil læra meira, men hon saknar fleiri kreativar vallærugreinir sum til dømis drama. Hon heldur, at tað átti at verið fleiri vallærugreinar at velja ímillum.
Olga Tórðardóttir, Elin Eyðunsdóttir og Elin Linklett Mortansdóttir siga, at tær hava ráðført seg við foreldrini, tá ið tær hava valt vallærugreinir.
Tekstur: Guðrið Egholm
Savnsmynd