Tíðindi

Næmingar mugu fáa truplari uppgávur í rokning

Tað sigur Jorunn Reinhardtsen, professari í støddfrøði. Hon heldur, at tað hevur størri týdning at læra seg at hugsa heldur enn at herma eftir læraranum.

06.04.2020

– Einfaldar uppgávur verða loystar eftir mannagongdum, sum tú hevur lært, og tá lærir næmingurin ikki at hugsa støddfrøði, sigur Jorunn Reinhardtsen, professari við Institutti fyri støddfrøði á Universitetetinum í Agder.

Hon hevur nýliga skrivað doktararitgerð um støddfrøði; evnið var, hvussu næmingar í aldrinum 11-13 ár royna at læra, tá ið algebra – bókstavarokning – stendur á tímatalvuni.

Hvussu grundgeva næmingarnir við tølum, frymlum og algebra í floksstovuni? Hvussu brúka teir hjálparamboð, sum til dømis ymisk amboð, tekningar, handarkeipur og kjak í støddfrøðiligu samrøðuni í floksstovuni?

Slíkar spurningar hevur granskarin arbeitt við í ritgerð síni.

– Tað hevur størri týdning at læra seg at hugsa heldur enn at herma eftir læraranum. Við at tosa saman um støddfrøði í floksstovuni, verða ymiskar síður í uppgávunum umrøddar. Næmingarnir tosa í bólki, teir spyrja, og teir svara. Teir royna seg fram, og á henda hátt læra teir ikki eittans at loysa eina uppgávu, men eisini at hugsa støddfrøði, sigur hon.

Um somu tíð undirstrikar granskarin, at lærarin hevur ein lyklaleiklut. Lærarin skal vísa næmingunum, hvussu teir kunnu granska í støddfrøðini og hjálpa teimum at loysa eina uppgávu sjálvir.

– Tað hevur við sær, at lærarin sjálvur er sera stinnur í støddfrøði. Uttan at hava eina djúpa fatan av støddfrøðini kann lærarin ikki menna fatanina hjá næmingunum fyri støddfrøði. Næmingarnir skulu undir vegleiðing fáa møguleikan at menna støddfrøðiligar hugsanarhættir, sum ger, at teir fara at megna at loysa trupulleikar við stórum innliti í støddfrøði, sigur hon.

– Súmbolikkurin í algebra er eitt gott amboð til at loysa trupulleikar, tí tað ger tað møguligt at gera støddfrøðilig sambond neyvari og greiðari, sigur Jorunn Reinhardtsen. 

Granskarin veit, at hon provokerar, tá ið hon eftirlýsir truplari uppgávur til næmingarnar, serliga tá ið talan er um algebra, sum nógvir næmingar halda er ringt at skilja. Men tað er júst fatan og hugsan, ið hon heldur, at undirvísingin skal leggja dent á.

– Eru mannagongdir givnar frammanundan, og uppgávurnar ov lættar at loysa, kemur endamálið við algebra ikki til sín rætt. Eitt tað týdningarmesta, sum eg havi fingið burtur úr arbeiðinum við doktararitgerðini, er, at næmingarnir læra nógv, um teir fáa góðar uppgávur, sum ikki eru ov lættar, sigur hon.

Reinhardtsen undirstrikar, at lærarin ikki eigur at geva næmingunum tilvildarligar uppgávur. Hann eigur at hava eina ætlan við uppgávunum og at hava hugsað væl ígjøgnum, hvat næmingarnir eiga at loysa í ymsu uppgávunum.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.