Tíðindi

Næmingar misjavna atgongd til bókasavn

Skúlabókasavnið og skúlabókavørðurin kunnu kveikja lesing og miðla bøkur, men her eru allir næmingar í Føroyum ikki eins væl fyri.

06.12.2021

Næmingar í teimum stóru skúlunum hava ein stóran fyrimun, tí har er bókavørður fleiri tímar á bókasavninum, og bókasavnið er størri; miðalstóru og lítlu skúlarnir hava nógv verri umstøður at hava bókasavn og bókavørð. Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, fólkaskúlalærari og skúlabókavørður, heldur, at øll børn eiga at hava javnbjóðis atgongd til skúlabókasavnið, og at allir næmingar eiga at fáa bókasavnskunning.

- Tað er sera umráðandi, at lærarin ella skúlabókavørðurin lærir næmingarnar at brúka bókasavnið, at leita fram bøkur og slíkt. Ikki bara lærarin í føroyskum, men lærarin í øllum lærugreinum. Men sama um skúlin hevur eitt vælment bókasavn, og skúlabókasavnið er nógv opið, so hevur tað størst týdning, at lærarar lesa bøkur og miðla tær víðari til næmingar sínar. Vit mugu leggja okkum í geyma, at nógv børn fáa bara lesiupplivingar í skúlanum; ikki minst av teirri orsøk er umráðandi at vera ein fyrimynd. Øll gransking vísir, at tað er tann eldhugaði lærarin, sum kann byggja brúgv serliga fyri tey børnini, sum eru ringast fyri. Uppgávan hjá eldhugaða læraranum hevur ongantíð verið størri enn nú, tá ið vit vita, at talgildu miðlarnir vinna á frítíðarlesingini. At bera mentan og mál millum ættarlið fer í nógv størri mun fram í skúlanum samanborið við fyrr, og tí legst enn meiri á einstaka læraran.

Tað eru serliga skúlarnir, sum hava um 200 næmingar og færri, ið eru illa fyri, tá ið talan er um bókasavnstímar; og í Føroyum eru nógvir skúlar við 200 næmingum og færri. Bókasavnstímar verða roknaðir eftir einum frymli, sum er næmingatalið minus 20 næmingar faldað við einum býtistali. Skúlabókavarðafelagið hevur mangan gjørt vart við, at hetta er ein løgin og óskiljandi frymil, tí hann hevur als ikki fyrilit fyri uppgávunum og funktiónini hjá bókavørðunum. Teir smáu skúlarnir fáa sambært frymlinum minni enn ein tíma um vikuna til bókasavnið; serliga teir heilt smáu skúlarnir eru við skerdan lut. Fólkaskúlalógin sigur, at allir skúlar skulu hava eitt bókasavn; sambært Skúlabókavarðafelagnum átti tað at staðið í lógini, at skúlar fáa eitt minstatímatal til skúlabókavørðin.

Les samrøðu við Lydiu Didriksen í Skúlablað nr 5, 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.