Tíðindi

Næmingar koma og fara – vit verða verandi

Tú hevur stóran møguleika at gera avgerandi mun hjá sera nógvum næmingum. Í sjálvum sær, ein eitt sindur ræðandi tanki, men eisini motiverandi. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

26.07.2021

Jú longri áramál tú hevur verið lærari, jú fleiri árgangum og flokkum hevur tú slept víðari í skipanini. Tey fara á Glasir, NámX, út at arbeiða ella eitthvørt annað. Tað er heilt natúrligt, og soleiðis eigur tað at vera.

Tað er júst í hesum døgum, síðst í juni, at vit siga farvæl við 9. flokk fyri seinastu ferð og góðan dag og vælkomin við nýggjar og afturvendandi næmingar eftir summarfrítíðina. Vónandi hava tey, sum nú fara, fingið tað í viðførið, ið tey eiga at fáa. Tey mugu hava lært tað, tey skulu, og fingið, um ikki annað, eitt brúkiligt prógv. Helst eisini nakrar góðar vinir og nøkur góð minni.

Men hjólið heldur á at mala. Næmingar koma og fara, meðan vit vera eftir. Ár eftir ár. Soleiðis er at vera lærari. Og longri, tú hevur verið í starvinum, skjótari tikist tað at ganga.

Men eitt mugu vit ongantíð gloyma. Eini tvey ár hjá einum næmingi og sama tíðarskeið hjá einum lærara eru grundleggjandi hvør sítt. Vit, sum eitt nú eru í 40-unum ella í 50-unum, broytast vanliga ikki nógv í 1-2 ár, hvørki í sinni ella skinni. Men hjá næmingunum er heilt øðrvísi. Tí má tað ongantíð gerast ein samlibandsmentan at vera lærari. Tí eingir næmingar eru eins.

Tað er eisini ein heilt avgerandi broytingartíð hjá teimum ungu. Møguliga sær ein tað ikki so væl í tí dagligu skúlagongdini. Men hyggja vit eitt sindur úr erva, er tað lætt at síggja. At samanbera ein næming í 7. flokki við ein í 9. flokki gevur onga meining. Teir eru á heilt hvør sínum stað. Í allar mátar. Intellektuelt, fakliga, sosialt, mentalt og kropsliga. Her hava vit lærarar okkara avgerandi leiklut. Og tað er júst tað, sum ger okkara starv gevandi og spennandi. Tú hevur stóran møguleika at gera avgerandi mun hjá sera nógvum næmingum. Í sjálvum sær ein eitt sindur ræðandi tanki, men eisini motiverandi. Tað er okkara arbeiði og skylda at vera við til at menna næmingarnar á allan hátt, so væl vit einaferð kunnu. At geva teimum besta førning víðari fram á leið.

Og okkara arbeiði ger sjálvandi mun; avgerandi mun. Tað sæst bara eitt nú við at samanbera ein 9. flokk við, hvussu tey vóru bara tvey ár frammanundan. Tá eg onkuntíð havi gjørt tað við ársenda av 9. flokki, bæði flenna og hugsa tey seg um. Tey koma við nógvum bæði viðkomandi og sigandi søgum um, hvussu nógv tey eru broytt bara upp á tvey ár. Altíð áhugavert at hoyra, og ein hugsar í sínum stilla sinni. Tú vart við, har tað galt, tú vart við at menna og hjálpa eisini hesum flokkinum so væl sum einaferð gjørligt. Eitt er vist. Tey gloyma ongantíð teg og skúlan, bæði fyri tað góða og okkurt minni gott eisini. Tí tað er ein so avgerandi tíð í teirra lívi.

Men vita vit, um arbeiðið, vit hava gjørt, er nøktandi? Gaman í, tey fáa prógv, og próvmetini siga ikki einki. Men heldur ikki alt. Eitt barometur, eg mangan havi brúkt, er at møta fyrrverandi næmingum aftur. Tað hendir javnan, at ein av tilvild møtir onkrum, sum ein hevur havt fyri styttri ella longri áramáli síðani. Tíverri ikki altíð, at ein kennir næmingarnar aftur, men sum oftast minnist ein tey. Men tey minnast í hvørt fall altíð teg. Altíð fitt og fyrikomandi og koma ofta við søgum um góðar gamlar dagar í skúlanum. Tá ið eg so spyrji, hvat tey gera, vera øll møgulig arbeiðs- ella lestrarøki ramsað upp. Tey allar flestu hava klárað seg væl.

Ein bólkar av fyrrverandi næmingunum, sum er serliga hugaligur at møta, eru dreingir, sum í skúlanum, tann tíð tað var, kláraðu seg miðal ella so dánt tað, tímdu ikki serliga væl, nakað mótfalnir og stundum troyttir. Teir vóra oftast bara skúlatroyttir, skúlin var bara, eins og nú, ov bókligur og teoretiskur. Men nú er støðan heilt øðrvísi.  Teir eru verðinsmenn. Skiparar, fabriksformenn, verkfrøðingar og byggifrøðingar. Á ólavsøku eru teir teir fyrstu at bjóða tær ein lítlan. Einki er óført. Blíðir sum fáur og vilja vísa virðing. Fittir menn.

Jú, læraralívið er óendaliga nógv meira, enn at útgreina sterk og veik sagnorð.

Fríggjadagin 18. juni søgdu við enn einaferð farvæl við 9. flokk. Stjórin ynskti, sum altíð, øllum næmingunum alt tað besta, góðan byr og Jesus fylgi tykkum. Kenslan var góð. Árið var liðugt.

Og í august byrja so alt aftur …   

    

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.