Tíðindi

Næmingar kappast um at skriva tíðindi um ein betri heim

Ættarlið Heimsmál. Soleiðis ljóðar yvirskriftin á danskari miðlakapping fyri skúlar; hetta er ein donsk kapping, sum verður í heyst, og 6.-10. flokkar í skúlum í Føroyum kunnu taka lut. Evnini í kappingini vera veðurlag, burðardygd, javnstøða og nýtsla. Tað eru JP/Politikens Hus og Verdens Bedste Nyheder, sum hava skrivað kappingina út, og danska uttanríkisráðið stuðlar.

12.06.2018

Kríggj, terroratsóknir og umhvørvisvanlukkur. Tað er vanliga tað, vit hoyra um í miðlunum, tá ið tíðindi eru uttan úr heimi. Men klótan er nógv betri nú samanborið við fyri bara 20 árum síðan. Góð tíðindi verða kortini sjáldan bráðtíðindi ella breaking news. Samstundis vísir ein kanning, at ungfólk vilja hava uppbyggjandi tíðindini um framburð og loysnir, og at ung fólk ongantíð hava verið so eldhugað at broyta heimin sum nú.

Tí fáa næmingar í Danmark og Føroyum nú møguleikan at gera uppbyggjandi tíðindaflutning um heimsmálini í eini spennandi og læruríkari kapping. Hetta er sættu ferð, at JP/Politikens Hus tekur stig til eina kapping sum hesa, har næmingar sleppa at royna seg at skriva. Meðan kappingin er, skulu næmingarnir gera eina tíðindasíðu og ella eina avís. Pappírsavísin skal gerast eftir serligum forskriftum, sum tey, ið velja at taka lut, kunnu kunna seg um. Tá ið avísin er liðug, verður hon prentað í 500 eintøkum, sum næmingarnir kunnu býta út í nærumhvørvinum. Netsíðan kann gerast á einum palli, sum næmingarnir sjálvir velja; tað kann vera Worldpress ella líknandi.

Kappingin fer fram í viku 38 til 40, og flokkarnir sleppa at kava niður í ymiskar journalistiskar sjangrur og at virka sum tíðindaredaktión.

Kappingin hevur til endamáls at geva teimum ungu eina meiri fjøltáttaða mynd av heiminum enn tey vanliga møta í verandi miðlum og at planta eina vón um framtíðina í yngru ættarliðunum. Meðan kappingin fer fram, fáa næmingarnir meiri at vita um ymiskar innovativar verkætlanir, sum ung fólk um allan heim eru farin undir; hetta er ætlað sum íblástur til næmingarnar, soleiðis at teir kunnu síggja, at teir eisini kunnu vera við til at skumpa heimin á eina kós, sum er meiri burðardygg.

Allir 6.-10. flokkar kunnu taka lut, og tað er ókeypis. Næmingarnir kunnu gera tíðindi á filmi, í blaðskriving, á sosialu miðlunum, í bloggum og so framvegis. Meiri fæst at vita á newsdesk.dk og har kunnu flokkar eisini melda seg til.

Meiri kunning: https://verdensbedstenyheder.dk/projekter/elever-dyster-konstruktiv-journalistik-verdensmaal/

Tað ber eisini til at skriva til Lív Reynheim á lr@worldsbestnews.org


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.