Tíðindi

Næmingar hoyra um fólkadráp

Undir heitinum “Ongantíð aftur” bjóða Nám og Amnesty International Føroyar í januar og februar í ár skúlunum ein dupulttíma við fyrilestrum um Holocaust og fólkadráp.

14.01.2020

Málbólkurin er hádeild, tað er frá 7. flokki til og við 10. flokk.

Orsøkin er, at liðin eru 75 ár síðan týningarlegurnar Auschwitz-Birkenau vórðu fríaðar, og í ár er fyrstu ferð, at altjóða dagur til minnis um Holocaust verður hildin í Føroyum 27. januar, soleiðis sum Føroya løgting hevur samtykt. Álagt er Námi at skipa dagin, sum verður hildin um hetta mundið á hvørjum ári.

Nám og Amnesty International Føroyar bjóða tí skúlunum eitt tiltak, har serliga verður hugsað um næmingarnar í hádeild. Tiltakið, sum varir 90 minuttir, er fyrrapart klokkan 9:00-10:30.

Innihaldið er fyrst fyrilestur við Rólandi og Elsu í Skorini, sum bæði fara at tosa um Holocaust. Í seinnu hálvu fer Heini í Skorini at tosa um fólkadráp í nýggjari tíð og um mannarættindi.

Vístir verða tríggir nýggir føroyskir stuttfilmar, sum Nám hevur gjørt um Holocaust á temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar. Filmarnir verða frumsýndir í sambandi við hetta tiltak.

Fyriskipararnir heita á skúlabókavørðin at hava eina framsýning úti á skúlunum við bókum um Holocaust. Hugskot um hetta er sent úr Námi til skúlabókavørðin.

Skúlarnir kunnu melda til hjá Námi við at skriva til birgir@nam.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17. januar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.