Tíðindi

Næmingar finna seg ikki til rættis í skúlanum

Bæði næmingar, sum fáa sera góð og vánalig skoðsmál, halda, at skúlin tekur sær ikki nóg væl av teimum

20.04.2017

Hvørki sterki ella veiki næmingurin heldur, at skúlin tekur sær nóg væl av teimum fakliga ella inkluderar teir nóg væl, sigur Mirjam Harkestad Olsen, ein av rithøvundunum í bókini Faglig inkludert?

– Vit kunnu ikki hava ein skúla, sum bara tekur sær av teimum, sum klára seg meðal. Kanska eiga vit at byrja at hugsa skúla á annan hátt enn vit hava og seta gongd á orðaskifti, sum ikki bara snýr seg um tey, sum klára seg illa ella tey, sum klára seg betur enn væl. Spurningurin, vit eiga at seta okkum, er, hvussu skúlin kann taka sær av báðum hesum næmingunum við eini undirvísing, sum er lagað til teirra, sigur Olsen.

Hon er námslektari á Instituttinum fyri læraraútbúgving og námsfrøði UiT í Alta í Noregi; hon vónar, at bókin Faglig inkludert? sum kom út í fjør, kann vera við til at seta í gongd á eitt orðaskifti um, hvussu skúlin í Noregi sær út.

Tey finna ikki eitt pláss

Í bókini verður nomið við báðar bólkar, tað vil siga næmingin, sum klárar seg sera væl, og næmingin, sum klárar seg illa.

– Tað er nógv, sum tey, sum klára seg væl, og tey, sum klára seg illa, hava í felag, eitt nú, hvusus tey uppliva skúladagin, sigur  Elisabeth Sjøblom, sum eisini er ein av rithøvundunum í bókini.

Dagliga starvast hon sum leiðari á Námsfrøðiligu sálarfrøðiligu tænastuni (PPT) í Skjervøy kommunu. Hennara íkast í bókini er um næmingar, sum klára seg illa. Triði rithøvundurin er Alf Rune Mathisen, sum er lektari í Hammerfest kommunu; hann hevur skrivað um næmingar, sum klára seg væl fakliga.

Mathisen og Sjøblom gjørdu í fjør masteruppgávur sína við evninum sernámsfrøði á UiT í Alta.

Bara stríð

– Báðir bólkar av næmingum siga, at teir sakna afturmeldingar og hjálp at gerast fakliga dugnaligari, sigur Mathisen.

Afturmeldingarnar verða ofta bara ein karakterur til eina roynd uttan nakra frágreiðing um, hvat kundi verið gjørt øðrvísi ella betri.

– Tað verður til eitt tal uttan innihald, og fleiri næmingar, sum klára seg sera væl fakliga, søgdu frá, at teir eru givnir við at biðja um hjálp at gerast fakliga dugnaligari. Teir eru tystir eftir at læra, men teir upplivdu at føla seg sum strævnar næmingar, sigur Mathisen.

– Næmingarnir, sum klára seg illa, føldu, at lærararnir høvdu skarvin yvir, og teir kundu tí ofta sita í friði við sínum, sigur Sjøblom.

Næmingar gerast hjálparlærarar

Næmingar, sum fáa góðar karakterir, fortaldu, at teir ofta verða bidnir at hjálpa hinum næmingunum, tað vil siga í roynd og vera at vera hjálparlærarar.

Tað er ein leiklutur, sum hvørki teir ella hinir næmingarnir, eru fegnir um, og tað ger, at stigmatiseringin av báðum bólkum av næmingum verður størri, sigur Olsen.

Hon heldur, at skúlin eigur at hugsa øðrvísi og skapa rúm fyri fakligari dýpd og breidd í floksstovuni.

Burtur frá stýrandi lærubók

Ov einstáttað fokus á innihaldið í lærubókini forðar nógvum næmingum, sum læra væl, fyri at fara í dýpdina, somuleiðis teimum, sum stríðast nógv við at læra, sambært Olsen.

– Vit mugu fáa eitt læruumhvørvi, sum tekur sær av øllum næmingum, og vit mugu koma burtur frá, at lærubókin stýrir undirvísingini, sigur hon.

Tað hevði betri, um tað vóru førleikakrøv, sum var í miðdeplinum, og at teir næmingarnir fingu ymiskar mátar at røkka málunum, heldur Olsen.

Mathisen heldur at fokus á førleikamál eisini hevði gjørt gerandisdagin hjá lærarum lættari. Hann hevur sjálvur broytt mátan at undirvísa sum avleiðing av granskingini, ið hann hevur verið partur av.

– Fyrr arbeiddi eg soleiðis, sum næmingarnir í bókini lýsa, men við at hugsa førleikakrøv í staðin, umframt seta ítøkilig mál og metingarkrøv og um somu tíð taka næmingarnar við upp á ráð, hava bæði eg og næmingarnir fingið ein betri skúladag, sigur hann.

Eisini Elisabeth Sjøblom hevur broytt fakliga hugsan eftir at hava verið partur av bókini.

– Eisini næmingar, sum klára seg væl og sera væl, eru viðkvæmir; vit í PPT eiga eisini at vænta, at teimum tørvar hjálp frá okkum, sigur hon.

– Vit síggja næmingar í báðum bólkum, sum klára seg væl betur, um vit duga at trýsta á teir røttu knapparnar.

Mirjam Harkestad Olsen við fleiri: Faglig inkludert? Fortellering fra elever med ulik måloppnåelse. Cappelen Damm 2016. 

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.