Tíðindi

Næmingar eiga at kenna síni rættindi sum menniskju

Nú samfelagfrøði er vorðin ein sjálvstøðug lærugrein í 7., 8. og 9. flokki, er rættiliga upplagt, at skúlar nýta Amnesty

27.06.2019

Forkvinnan í Amnesty Føroyar, Eyðgerð Mørkøre, og Katrin á Neystabø, sum er dagligur leiðari í felagsskapinum, greiða frá, at Amnesty Føroyar hevur fjøltáttað virksemi á mannarættindaøkinum, og at felagsskapin fegin er til hjálpar, um skúlar seta rættindi, og ikki minst burturrænd rættindi, hjá menniskjum á skrá.

- Vit hava trý aðalmál í Amnesty Føroyar. Fyrsta málið er at upplýsa um grundleggjandi mannarættindi. Tað merkir í høvuðsheitum, at fólk skulu kenna síni rættindi, eitt nú gjøgnum undirvísing. Her kemur skúlin inn í myndina sum ein týdningarmikil stovnur. Annað málið er at upplýsa um mannarættindastøðuna í heiminum og royna at broyta hana. Triðja aðalmálið er at upplýsa um mannarættindastøðuna her heima hjá okkum í Føroyum og at royna at broyta hana, greiðir Katrin á Neystabø frá.

Eyðgerð sigur, at tá ið tað snýr seg um Amnesty í skúlahøpi, so hevði Amnesty fyri nøkrum árum síðan ein arbeiðsdag norðuri við Gjógv, har tey, alt eftir hvørji áhugamálini vóru, vórðu skipað í bólkar.

- Ljós varð m.a. varpað á, hvussu undirvísing í menniskjarættindamálum kundi farið fram. Eg hevði verið og vitjað donsku deildina hjá Amnesty, og har hevði eg sæð, hvussu danska Amnesty-deildin hevði eitt undirvísingarhøli til taks. Undirvísingin kundi t.d. fara fram á tann hátt, at tú, tá tú komst inn í hølið, slapst at eita eitt nummar og ikki títt navn. Einstøku luttakararnir fingu so ein vatndunk, ið kundi vera stórur ella lítil alt eftir, hvar ið tú búði. Eisini knakarnir at heingja jakkarnar á vóru festir í ymiskari hædd á vegginum. Hetta var sjálvandi gjørt tilætlað, hóast summum ikki dámdi tað, fyri at ítøkiliggera, hvussu viðurskiftini summastaðni í heiminum nú einaferð eru: Summi eita bara eitt nummar, summi hava nógv vatn í sínum dunki og summi hava høgligari lívsumstøður enn onnur. Hetta undirvísingarhøli hevði eisini ymiskt annað, sum vísti, hvussu vanvirðisliga menniskju kunnu verða viðfarin, greiðir Eyðgerð frá.

Nú samfelagfrøði er vorðin ein sjálvstøðug lærugrein í 7., 8. og 9. flokki, er rættiliga upplagt, at skúlar nýta Amnesty, tá tann parturin, sum fevnir um grundleggjandi rættindi hjá menniskjum, skal viðgerast. Annars seta skúlaflokkar seg við jøvnum millumbilum í samband við Amnesty Føroyar, eitt nú, tá teir gera verkætlanir o.a.

- Vit eru glað um, at næmingar nýta Amnesty á henda hátt, og vit bera okkum ongantíð undan at veita eina hjálpandi hond. Vit bjóða næmingum at vitja okkum á skrivstovuni, ella biðja vit teir skriva til okkara um tað ávísa evnið, teir eru farnir í holt við. Evnini kunnu vera mong: fosturtøka, flóttafólk, píning o.s.fr. Eg plagdi at byrja við at greiða næmingum frá stríðnum fyri mannarættindum, sæð í søguligum ljósi, og frá mannarættindayvirlýsingini frá 1948. Hetta geri eg, so at næmingurin kann fáa eina fatan av, hvørjar grundreglur felagsskapur okkara byggir á.

- Vit fáa stundum rættiliga ítøkiligar spurningar frá næmingum, eitt nú: Er menniskjahandil í Føroyum? Tá ein slíkur spurningur skal viðgerast, dámar mær best at hitta næmingarnar antin á skrivstovuni ella í eini skúlastovu, so vit fáa viðgjørt spurningin á ein nuanseraðan hátt, sigur Katrin á Neystabø at enda.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2019


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.