Tíðindi

Nám X-næmingar hava 16 breytir at velja í

Breytirnar eru hvør 10 tímar um vikuna, og átta tímar eru valfak. Skúlavikan er 28 tímar.

17.04.2024

Í Nám X velja næmingarnir sær tvær breytir, eina breyt 1 og eina breyt 2. Breytirnar eru 10 tímar um vikuna hvør, og átta tímar eru valfak. Skúlavikan er 28 tímar.

Tað eru 16 breytir at velja ímillum, 8 Breyt 1 og 8 Breyt 2.

Breyt 1: Handverksbreytin, kostbreytin, ítróttabreytin, sjóvinnubreytin, tónleikabreytin, íverksetan og ferðavinnubreytin og listabreytin

Breyt 2: Dansi- og rørslubreytin, náttúrubreytin, vælveru- og umsorganarbreytin, KT-breytin, adventurebreytin /upplivingarbreytin, filmsbreytin, sciencebreytin og tøknibreytin

Vallærugreinar

Í Nám X er eitt krav, at næmingurin skal hava 8 tímar um vikuna í vallærugreinum. Vallærugreinarnar eru 4 tímar ella 2 tímar hvør.

Vallærugreinarnar á 4 tímar eru: Føroyskt, danskt, enskt, týskt og støddfrøði, føroyskt ætlað tilflytarum, kreativ endurnýtsla, brodering og drama.

Vallærugreinarnar á tveir tímar eru: alisfrøði, evnafrøði, samtíð, tilvera, hugaítróttur, lesimenning, dart, bridge og borðtennis.

Vallærugreinar kunnu veljast á ymiskum stigi.

Føroyskt kann veljast sum hástig ella grundstig. Enskt kann veljast sum hástig, grundstig ella Cambridge, og støddfrøði kann veljast sum hástig ella grundstig.

Nám X húsast í nútímans hølum við serstovum til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, tónleik, smíð, handarbeiði, evning og skúlakøk. Har umframt eru bókasavn, skúlahøll, fimleikahøll, svimjihyl og uttanduraleikvøllur.

Breytirnar samstarva við aðrar stovnar og vinnuna.

NámX | - samanhald & upplivingar (namx.fo)


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.