Tíðindi

Nomi Jacobsen sett í starv sum fyrstilærari í Skála skúla

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Skála skúla frá 1. august 2019 at rokna.

9. apríl 2019

Nomi Jacobsen er 56 ára gomul og hevur hetta síðsta árið verið fyrstilærari í tíðaravmarkaðum starvi í Skála skúla. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.

Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Eisin hevur hon verið  skúlastjóri í Vestmanna skúla í tvey ár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.