Tíðindi

Neyðugt áhaldandi at varpa ljós á náttúruvísindi í fólkaskúlanum

- Hvør skal halda lív í kjakinum, soleiðis at vit ikki missa tað burtur? Eftir mínum tykki eiga tey, sum eru sett at taka sær av náttúruvísindum á Námsvísindadeildini, at halda lív í kjakinum og taka stig til batar, sigur Jacob Eli S. Olsen, sum er lærari í Eysturskúlanum í Havn.

19.09.2017

Øllum kunnugt kláraðu føroysku næmingarnir í seinastu PISA-kanning seg illa í náttúruvísindum. Tað vóru serliga náttúruvísindi, sum hálaði føroyska miðaltalið niðureftir. Miðal fyri PISA 2015 í náttúruvísindum vóru 493 stig; Føroyar liggja 46 PISA stig niðan fyri miðal. Hetta svarar til meiri enn eitt skúlaársverk. Í náttúruvísindum kunnu Føroyar samanberast við lond, sum liggja í niðara enda av OECD-londunum. Hini Norðurlondini hava eitt munandi hægri miðaltal í náttúruvísindum enn Føroyar. Í 2015 fekk Ísland eitt sera vánaligt úrslit, munandi verri enn hini Norðurlondini, og er “bert” 27 PISA stig oman fyri Føroyar.

Hvørja ferð eitt úrslit, sum hetta, verður almannakunngjørt, er alt á gosi og nógv kjak; tað er gott og neyðugt, sigur Jacob Eli S. Olsen, sum undirvísir í øllunum náttúruvísindaligu lærugreinunum í Eysturskúlanum í Havn á 16. ári.
- Nú er alt á gosi um, at okkara næmingar kláraðu seg illa í náttúruvísindum og nógv sjálvrannsakan; so gongur tíðin, og kjakið um náttúruvísindi minkar og kanska hvørvur, til vit aftur skulu upp í roynd í náttúruvísindum. Hvør skal halda lív í kjakinum, soleiðis at vit ikki missa tað burtur? Eftir mínum tykki eiga tey, sum eru sett at taka sær av náttúruvísindum á Námsvísindadeildini, at halda lív í kjakinum og taka stig til batar, tí hesi hava umstøður og tíð at koma runt í skúlaskipanini og skúlunum. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin av, at tað er onkur, sum gongur á odda og kveikir innan náttúruvísindi. Ein annar stovnur, sum kundi gingið á odda, var ein lærugreinaráðgevi, sum kundi verið á Námi. Lærugreinaráðgevin hevði stóran týdning, tá ið hann var; hann var ein kveikjandi miðdepil í øllum, sum hevði við lærugreinina at gera. Tað er stórur saknur í lærugreinaráðgevunum. Tey, sum ganga á odda, mugu vera fleiri, tí ein einsamallur persónur orkar tað ikki.

PISA-úrslitið frá 2006, tá ið náttúruvísindi eisini vóru høvuðsøki, umframt úrslitið frá 2015, vísir, at vit hava ógvuliga fáar næmingar, sum duga náttúruvísindi væl; Jacob Eli S. Olsen heldur, at orsøkin kann ikki vera, at tað ikki ber til at læra næmingarnar tað, sum PISA krevur.
- Orsøkin kann ikki vera onnur enn, at næmingarnir ikki hava lært tað í fólkaskúlanum, sum PISA krevur. Vit síggja jú, at tá ið okkara næmingar fara víðari í útbúgvingarskipanini, so standa teir ikki aftan fyri aðrar.

Seinasta PISA-kanningin var gjørd í 2015; í 2018 er lesing aftur høvuðsøki; næstu ferð næmingar okkara skulu til PISA-kanning, har náttúruvísindi eru høvuðsøki, er sannlíkt í 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.