Tíðindi
22.12.2017
Onkur minnist kanska Gideon Zlotnik, sum skrivaði um De stakkels drenge fyri nógvum árum síðan. Bókin um dreingir, sum eru skroypiligari enn gentur á nógvum økjum, bæði kropsliga, sálarliga og sosialt. Hann fer so langt, at hann í "Information" 27/12-2010 sigur:
»Man tænker ikke på, at den traditionelle undervisning ikke egner sig til de urolige drenge. Vi kræver så meget allerede fra børnehaven, og det kan de små drengehjerner ikke klare. De udvikler sig langsomt - den gennemsnitlige dreng er faktisk retarderet i forhold til den gennemsnitlige pige, når de starter i skolen.«
Hatta má sigast at vera stór orð til smáar dreingir, og ilt hjá okkum, sum einaferð hava verið "en gennemsnitlig dreng", at svølgja. Men latið okkum bara siga, at vit gera tað. Og at vit so gera tað ordiliga og taka hetta fyri fult og fáa sett fittu, umberandi smílini til viks, tá vit tosa um hesar fittu kúllarnar, sum vit ikki kunnu gera so nógv við, tí sum vit øll vita, so er skúlin ein gentuskúli.
Gentuskúli, svart upp á hvítt! Vit hava bæði hoyrt og sæð hetta so mikið ofta, at tað nokk er alment góðtikið, og tá vit eru komin so vítt við at góðtaka og tosa við eymleika um hesi neyðars dreingjabørn, er spurningurin, um ikki okkara ovasti myndugleiki kann ákærast fyri kollektiva vansorgan, tá skúlin ekskluderar helvtina av sínum næmingum.
Sum "en gennemsnitlig dreng" kom eg saman við flest øðrum dreingjum nærum snikkaleysur úr fólkaskúlanum, men onkrir vóru, ið fingu okkurt spjaldur á seg, oftast bert nøkur heilt fá ár, áðrenn skúlin slapp av við teir.
Nú eru framstig gjørd, sum gera, at vit megna at seta enn fleiri spjøldur á, og vit megna at gera tað enn fyrr, so ofta hava teir neyðars dreingirnir spjaldrið við sær í skúla og kunnu tí verða settir í serligan bás frá fyrsta degi.
Hetta merkir eisini, at tað ikki er lærarin, sum einsamallur megnar at heingja asnaoyrað upp á neyðars smádrongin, tí hann hevur tað mangan við av stovni. Hetta ger, at tvey fakøki í vaksandi mun hava hesa avbjóðingina at dragast við og hava eina stóra felagsuppgávu at loysa.
Tað er óneyðugt at siga, at vit næmingalaga ikki okkara undirvísing við at fáa allar dreingir at passa inn í skúlan, so avbjóðingin hjá tí góða læraranum er at fáa bæði dreingir og gentur til at kenna seg væl sum børn og ung í einum skúla, sum er fyri øll. Ein skúli, sum letur seg flyta við uppgávuni, og ikki ein skúli, sum bakkar undan avbjóðingini.
"Gentuskúlin" er sjálvandi ikki soleiðis, at hann er fyri allar gentur og ongar dreingir, men hann er tað í ov stóran mun, tí næmingalagað undirvísing er ikki ein dreymur, men eitt lógarkrav. Tað merkir, at hugtakið má vera berandi fyri, hvussu leiðslur, lærarar og næmingar síggja seg sjálvan í skúlanum líka so nógv, sum tey arbeiða í skúlanum.
At fremja hetta í verki er ein sonn avbjóðing. Men hetta er eisini ein neyðug avbjóðing, tí fjølbroytta samfelagið kann ikki dúva upp á blinda liðið.
Okkara skúlaskipan, eins og fleiri aðrar av okkara skipanum, er siðbundin, og møguliga hevði ein námsbót við nøkrum nýggjum tesum verið nútíðarsamfelagnum at frama. Ein tóm plakat kundi verið negld á hurðina í Mentamálaráðnum til nýhugsandi eldsálir at sett nakrar setningar á. Har kundi eg kanska byrjað við at skrivað:
Øllum børnum tørvar ikki somu barsilslongd.
Øll børn eiga at sleppa at læra - frá fyrsta degi.
Øll børn eiga at sleppa at spæla - alt lívið.
Øll børn eru ikki líka klár tvær vikur eftir ólavsøku.
Skrivið endiliga víðari, møguliga saman við næmingum - her er langt upp á 95.