Tíðindi

Neyðugt at byggja brúgv millum skúla og fleirmælt

Eins og nógvir aðrir føroyskir skúlar hevur skúlin í Eysturkommunu eitt ávíst tal av næmingum, sum hevur útlendskan uppruna. Tað stóð tíðliga leiðslu og lærarum greitt, at skuldi líkinda úrslit spyrjast burturúr hjá hesum næmingum, var neyðugt við nýhugsan og einari greiðari ætlan. Farið varð til verka, og Tórhild Bjarkhamar, lærari, sum bæði hevur royndir sum lærari hjá fleirmæltum og skeiðshaldari, varð sett at vera ábyrgdari.

9. juli 2020

Hon greiðir frá, hvussu arbeitt hevur verið:

- Tað, sum skúlaleiðslan í skúlanum í Eysturkommunu, setti út í kortið, tá ið farið varð undir at leggja ein skipaðan politikk til rættis, var, at heldur enn at hava eitt nú 10 ella 20 tímar eitt stutt tíðarskeið, so var málið at hugsa undirvísingina inn í virksemisætlanina. Tað merkir, at undirvísingin verður støðug, og at hon fevnir um alt skúlaárið. Dentur verður lagdur á, at fáir lærarar taka sær av undirvísingini, og at teir, ið hava tímarnar, samstarva væl um undirvísingina. Teir skulu eisini hava gott samstarv við foreldrini. Tað, at vit í føroyska fólkaskúlanum ikki hava havt nakran yvirskipaðan undirvísingarleist í sambandi við útlendingar, hevur gjørt, at skúlar skipa sína undirvísing rættiliga ymiskt. Í summum førum kundi størri umhugsni verið nýtt, tá tímarnir verða lagdir. Tað er heldur ikki serliga heppið, at tímarnir til útlendskar næmingar eru býttir út á nógvar ymiskar lærarar. Tá hugsað verður um, at tímarnir eru fáir í tali, má málið vera at fáa sum mest burtur úr teimum.

Tórhild greiðir frá, at hon í mong ár hevur undirvíst næmingum, sum eru tvímæltir. Harumframt hevur hon havt næmingar, har foreldrini og næmingurin eru føroyingar, men hava búð uttanlands. Í onkrum føri hevur alt húskið verið útlendskt við ongum førleikum í føroyskum máli.

- So fólk kunnu ímynda sær, at tað at skipa fyri undirvísing í sambandi við útlendingar er ein sera krevjandi uppgáva. Lærarar, ið skulu taka sær av fleirmæltari undirvísing, kenna seg mangan hjálparleysar, tí undirvísingartilfar, skeiðstilboð o.a. trýtur.

Í løtuni leggur Nám undirvísingartilfar til rættis fyri fleirmælt. Tórhild situr sjálv í arbeiðsbólkinum, sum tekur sær av hesum. Mentamálaráðið og Útlendingastovan hava eisini, saman við starvsfólki í fólkaskúlanum, arbeitt við at gera ein bókling, ið skal vera stovnum, skúlum og øðrum, ið taka sær av fleirmæltum, til hjálpar. Hesin bóklingur kemur helst út í summar.

Tórhild greiðir frá, at tá ið hon varð sett at leggja samstarvið til rættis, hugsaði hon í fyrstuni um, at hetta skuldi verða ein verkætlan, sum legði dent á ymsar tættir. Tað ráddi um at byggja eina brúgv millum heimini og skúlan.

- Eg setti mær fyri at fara eitt sindur uppfrá og líta niður yvir hetta ”landslagið”. Eg spurdi meg sjálva, hvat hetta í grundini snúði seg um. Kundu vit roynt at hugt at samstarvinum millum heim, skúla og myndugleikar við nýggjum eygum? Eg setti mær fyri at fáa eitt ávíst kanningararbeiði í lag. Fyrst var neyðugt at vita, hvussu nógvir næmingar eru í Eysturkommunu, sum hava brúk fyri undirvísing fyri útlendingar, hvørjum londum teir komu úr, og hvat teirra sosiala og skúlaliga útgangsstøði var.

- Fyrst av øllum varð kannað, hvat lærarar og onnur í skúlanum í Eysturkommunu høvdu at siga um støðuna. Har komu ymisk sjónarmið fram. Í stuttum kann sigast, at lærarar hildu, at teir ikki høvdu nóg góð amboð, tá ið teir skuldu undirvísa útlendskum børnum. Víst varð á, at samstundis sum tú hevur flokslærarauppgávuna í einum rímiliga stórum flokki, so skalt tú taka tær av tí einstaka næminginum, sum hevur heilt aðrar málsligar fortreytir enn floksfelagarnir. Tú veitst ikki rættiliga, hvat ið næmingurin fær burturúr, og hvussu nógv hann skilir. Sosialt kunnu næmingarnir eisini vera ymiskt fyri. Støðan hjá foreldrunum kann eisini vera tann, at tey skilja ikki føroyskt og duga avmarkað enskt. So alt í alt krevst, at lærarin setir seg inn í mong ymisk viðurskifti, og tað kann vera sera krevjandi.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2020

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.