Tíðindi

Nevndin í Lærarafelagnum óbroytt

Føroya Lærarafelag hevur aðalfund í dag; á skránni er eitt nú nevndarval

21.04.2018

Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni stóðu fyri vali; farna valskeið hava tey verið ávikavist næstformaður og kassameistari. Umframt tey bæði bjóðaðu Jákup av Skarði og Anna Dalsgaard seg eisini fram; tá ið avtornaði vórðu Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni vald við ávikavist 178 og 99 atkvøðum. Jákup av Skarði og Anna Dalsgaard fingu ávikavist 78 og 53 atkvøldur; tey eru sostatt 1. og 2. varafólk í nevndini. 204 fólk vóru á vali.

Nevndin í Føroya Lærarafelag er Herálvur Jacobsen, sum er formaður, Jacob Eli S. Olsen, Andrea á Rípuni, Carl Eli N. Samuelsen og Jona Højsted.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.