Tíðindi

Nevndin í Lærarafelagnum skipað

Á aðalfundi Føroya Lærarafelags leygardagin 21. apríl var nevndarval á skránni.

07.05.2018

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, og fýra høvdu stillað upp. Verandi nevndarlimir, Jacob Eli Olsen og Andrea á Rípuni, vóru afturvaldir.

Sambæt viðtøkum felagsins skal nevndin skipa seg aftaná hvønn regluligan aðalfund. Tað var gjørt hósdagin 3. mai. 

Eingi broyting var gjørd í nevndini. Jacob Eli Olsen heldur fram sum næstformaður, Andrea á Rípuni er kassameistari, Carl Eli N. Samuelsen er skrivari, og Jona Højsted er nevndarlimur.

Á fundinum orðaði nevndin uppskot til evni at arbeiða við komandi nevndarárið. Meir ítøkiligt verður arbeitt við tí á komandi nevndarfundum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.