Tíðindi

Nevndin í Føroya Lærarafelag óbroytt

Í gjár var aðalfundur í Føroya Lærarafelag; Andrea og Tórhallur halda fram í nevndini

21.06.2020

Útsetti aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag var ígjár. Nevndarval var á skránni. Andrea á Rípuni og Tórhallur við Gil stóðu fyri vali; umframt bjóðaði Jákup av Skarði seg fram; Andrea á Rípuni og Tórhallur við Gil vórðu afturvald við 99 atkvøðum hvør, Jákup av Skarði fekk 34 atkvøður og verður fyrri tiltakslimur. Annar tiltakslimur var valdur við uppskoti á aðalfundinum; tað gjørdist Bogi Hansen, lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Nevndin í Føroya Lærarafelag er sostatt óbroytt komandi árið; Jacob Eli S. Olsen er formaður, Andrea á Rípuni, Jona Højsted, Carl Eli N. Samuelsen og Tórhallur við Gil.

Nevndin skipar seg á næsta fundi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.