Tíðindi

NAN í Føroyum

Fakfeløgini í stóru Norðurlondunum hava orku og leggja stóra dent á at arbeiða við arbeiðsumhvørvi, somuleiðis hava tey hollar kanningar at vísa á. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

06.07.2017

NAN er stytting fyri Nordisk Arbejdsmiljø Netværk. Í 2010 tóku donsku fakfeløgini, Danmarks Lærerforening og BUPL, stig til at skipa ein árligan fund um arbeiðsumhvørvi millum norðurlendsk feløg, ið umboða starvsfólk á fólkaskúla- og dagstovnaøkinum. Feløgini eru frammanundan umboðað í NLS, Nordiska Lärarorganisationers Samråd.

Fyrsti fundurin var hildin í Keypmannahavn 31. mai og 1. juni í 2010. Á fundinum var semja um arbeiðsøkið hjá samstarvinum. Dentur skal leggjast á útbúgving av starvsfólkum og leiðslum á arbeiðsumhvørvisøkinum, og kunnast skal um kanningar og átøk viðvíkjandi larmi og inniluft, sjúkrafráveru, harðskapi, happing og strongd. Samanumtikið skal fundurin vísa á leiðir at bøta um arbeiðsviðurskifti og týdningin av góðum arbeiðsumhvørvi.

Millum fundirnar samskifta partarnir elektroniskt. Júst samskifti og kunning millum londini hevur stóran týdning, tí politisku myndugleikarnir vísa ofta á viðurskiftini í øðrum londum, tá avgerðir skulu takast ella rættari útsetast, og tá er gott at vita, hvussu viðurskiftini í veruleikanum eru.

Í døgunum 7. til 9. juni í ár var árligi fundurin hildin í Føroyum. Tilsamans 14 luttakarar, umboðandi øll Norðurlond, tóku lut á fundinum. Tvey feløg góvu avboð orsakað av sáttmálasamráðingum. Úr Føroyum tóku Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag lut.

Tað kemur ikki óvart á, at vit í ávísan mun eru eftirbátar á arbeiðsumhvørvisøkinum, tí soleiðis er tað á so mongum økjum. Økið hevur ikki fingið høga raðfesting, og vit standa enn á vegamótinum, har vit burturav hugsa arbeiðsumhvørvi sum fyribyrging av óhappum og kropsligum sliti, væl vitandi at stóra fólkasjúkan í framtíðini verður strongd, m.a. orsakað av ónøktandi arbeiðsumstøðum og ósamsvari millum krøv og tilfeingi. Men vit eru ávegis at seta sálarligt arbeiðsumhvørvi á dagsskrá eisini.

Fakfeløgini í stóru Norðurlondunum hava orku og leggja stóra dent á at arbeiða við arbeiðsumhvørvi, somuleiðis hava tey hollar kanningar at vísa á. Hjá smærru londunum eru fundirnir og samstarvið eitt gilt høvi at fáa kunnleika til nýggju vitanina á økinum.

Og vit hava onga orsøk at halda, at viðurskiftini hjá okkum eru annarleiðis enn aðrastaðni. Limakanningin hjá Starvsmannafelagnum á heysti 2014 vísti m.a., at annar hvør limur í Starvsmannafelagnum hevur havt illgruna um strongd tey seinastu trý árini. Umleið fimti hvør limur hevur verið hjá lækna við sínum illgruna, og umleið tíggjundi hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd. Í líknandi kanning, sum Pedagogfelagið gjørdi í 2015, søgdu 15% av teimum spurdu, at tey høvdu verið hjá lækna innan fyri teir seinastu 12 mánaðirnar vegna illgruna um strongd. Hetta eru ræðandi tøl, ið eiga at takast í álvara.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.