Tíðindi

Nýtt kanningartilfar at eyðmerkja avbjóðingar hjá ávísum næmingum

Í føroyska skúlaverkinum hevur leingi verið tørvur á fleiri og betri amboðum til lærarar at kanna lesi- og skriviførleikarnar hjá næmingum. Men nú er nýtt føroyskt kanningartilfar komið út, sum eftir ætlan skal vera við til at gera tað lættari hjá lærarum at eyðmerkja avbjóðingar hjá ávísum næmingum. Kanningartilfarið hevur fingið heitið Kanningarsavnið, og tað fevnir um mál- og minniskanningar til næmingar í ávikavist 3. og 5. flokki.

05-05-2022

Liljan Thomsen, Tove Jacobsen, serlærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar, og Mona Nattestad Steintún, audiologopedur, cand. mag og orðblindalærari, hava umsett og tillagað tilfarið til føroyskt út frá danska tilfarinum Testbatteriet, ið nøkur starvsfólk frá Ordblindeinstituttet í Ballerup hava gjørt. Tær tríggjar greiða frá nýggja tilfarinum:

– Kanningarsavnið gevur innlit í, hvussu næmingurin minnist, umframt hvussu hann er fyri málsliga og ljóðskipanarliga. Endamálið við kanningunum er, at lærarin skal kunna síggja, hvørjar styrkir og veikleikar næmingurin hevur, so hann kann veita honum best møguligu hjálpina í undirvísingini út frá hesum, siga Liljan Thomsen, Tove Jacobsen og Mona Nattestad Steintún.

Tilfarið í Kanningarsavninum er ætlað teimum næmingum, sum lærararnir hava illgruna um stríðast fakliga.

– Tá lærarin hevur varnast, at ein næmingur hevur trupulleikar við lesing og skriving, so er hetta eitt hent amboð at brúka. Hesar kanningar kunnu vera ein eyka hjálp til at síggja, hvørjir trupulleikarnir hjá teimum næmingunum eru, sigur Mona Nattestad Steintún, audiologopedur, sum er ein av teimum trimum, ið hava gjørt Kanningarsavnið.

Hetta kanningartilfarið er serliga ætlað næmingum, sum ganga í 3. og 5. flokki, men tað kann eisini verða brúkt til næmingar í 4. fl. ella øðrum eldri flokkum, um tað verður mett, at tørvur er á tí.

Orsøkin til, at yvirskipaði málbólkurin er akkurát 3. og 5. flokkur, er, at kanningarúrslitini verða samanborin við miðalúrslitini hjá næmingum úr hesum flokkunum. Hetta er tó bert vegleiðandi úrslit, og tí ber eisini væl til at brúka kanningartilfarið til aðrar næmingar.  

Tær tríggjar siga, at nýggja Kanningarsavnið er eitt kærkomið ískoyti til ymiskt kanningartilfar, sum longu er á føroyskum, men hetta er tað fyrsta av sínum slagi, har ein kann kanna ymisk øki innan mál og minni hjá einstøkum næmingum.

Kanningartilfarið er ikki ætlað einum og hvørjum lærara at brúka, men tað er hinvegin ætlað lærarum í førleikastovum. Tað kunnu til dømis vera lesivegleiðarar, orðblindalærarar og serlærarar, men tað kann eisini vera onkur annar lærari, ið hevur serligt innlit í økið.

Og fyri at Kanningarsavnið skal verða brúkt á rættan hátt og fyri at fáa sum mest burtur úr tí tilfari, vit hava á føroyskum, er fortreytin fyri at brúka tilfarið, at ein hevur verið á skeiði í tí.

Nakrir lærarar í fólkaskúlanum hava longu verið á skeiði í nýggja føroyska kanningartilfarinum hjá Monu, Tove og Liljan. 

Umframt skeiðini í Kanningarsavninum, sum nú hava verið, er høvi aftur at tekna seg til skeið í Kanningarsavninum í heyst. 

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022.

Mynd: Árni Øregaard.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.