Tíðindi

Nýskipanin av danska fólkaskúlanum ikki havt góða ávirkan

Tvær stórar frágreiðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at næmingarnir í danska fólkaskúlanum eru ikki betur fyri fakliga ella trívast betur, eftir at fólkaskúlin var nýskipaður í 2014

7. februar 2020

Í skúlunum í Danmark verður framvegis arbeitt við at seta ymiskt í verk, sum varð avrátt, tá ið fólkaskúlin varð nýskipaður í 2014, men tvær ymiskar frágreiðingar, sum eru gjørdar í kjalarvørrinum á nýskipanini, vísa, at nýskipanin higartil ikki hevur havt góða ávirkan á fakligu avrikini hjá næmingum og trivnaðin. Um somu tíð sigur helmingurin av skúlunum, at teir meta, at teir hava sett týdningarmestu broytingarnar frá nýskipanini í verk.

Síðan 2014, tá ið nýskipanin fór av bakkastokki, hevur hon verið eftirmett og granskað av fakfólki. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og úrslitið er tvær stórar frágreiðingar, ein kvantitativ og ein kvalitativ. Tær vísa, at fráfaringarpróvtølini hjá næmingunum hava verið rættiliga støðug í tíðarskeiðinum 2012 til 2018. Sama er galdandi fyri próvtølini hjá næmingunum á frí- og privatskúlum. Samanbera vit fakligu menningina hjá fólkaskúlanæmingum við menningina hjá næmingum á frí- og privatskúlum, sum er best hugsandi kontrollbólkur, er munurin av úrslitunum hjá hesum báðum næmingabólkunum óbroyttur.

Trivnaðurin hjá næmingunum er versnaður 3 prosentstig, tá ið talan er um næmingar í hádeildini, og 2 prosentstig, tá ið talan er um næmingar í miðdeildini í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2018.

Frágreiðingarnar vísa umframt, at færri enn helmingurin av skúlaleiðarunum meta, at teir “í stóran mun” hava sett í verk týdningarmestu átøkini í nýskipanini. Sum heild er eingin munur á læringini og trivnaðinum hjá næmingunum í ávikavist teimum skúlum, sum eru komnir væl áleiðis at seta í verk átøk sambært nýskipanini, og teimum skúlum, sum ikki eru komnir áleiðis at seta átøk í verk.

Týdningurin av sosialu bakgrundini fyri fakligu úrslitini hjá næmingunum hevur verið mettur støðugur í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2018. Enn eru ongar greiðar ábendingar um, at nýskipanin hevur minkað um týdningin, sum sosiala bakgrundin hevur at siga fyri, hvussu næmingurin klárar seg í skúlanum ella hvussu hann trívist.

Umrøddu kanningar byggja á svar frá ávikavist 65.000 næmingum frá 200 skúlum, ið hava svarað spurnabløðum, og 10.800 lærarum, 2.300 námsfrøðingum og 1.500 skúlaleiðarum, og 50 fokusbólkasamrøður, sum 230 lærarar og næmingar teirra í 5 skúlum hava verið partur av.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.