Tíðindi

Nýggjar listaverkætlanir út í skúlarnar

Listafólk kunnu søkja um luttøku í Listaleypinum 2020-21

6. apríl 2020

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Listasamband Føroya skipa fyri. Endamálið er at geva forskúla- og fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist í skúlanum.

Listaleypurin hevur til endamáls at bera forskúlum og skúlum kring alt landið alskyns sløg av yrkislist. Einasta treyt er, at listin kann upplivast úti á skúlunum, har næmingar og lærarar hava sín gerandisdag, og at listin er hóskandi í mun til aldursbólkarnar í skúlunum.

Umsóknarfreistin fyri listafólk at søkja um luttøku skúlaárið 2020-21 er 15. apríl 2020.

Listafólk úr Føroyum og útheiminum hava møguleika at søkja um luttøku. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur síðani út, hvørji tilboð verða boðin skúlunum. Tá skúlaárið byrjar fáa allir skúlar í Føroyum ein faldara við tilboðum, sum tey kunnu velja burturúr. Hvør einstakur skúli ger sjálvur av hvørji tilboð skúlin ynskir at bjóða sinum næmingum.

Úrvalsnevndin velur umleið 15 verkætlanir, og hvør einstaka av hesum vitjar millum 5 til 10 skúlar kring landið. Ofta verður ein verkstova knýtt at framførsluni, soleiðis at næmingarnir sjálvir sleppa at royna seg í hesi listagrein. Dentur verður lagdur á at røkka ymsum aldursbólkum og at skipa fyri listavitjanum um alt landið, umframt at tilboðini eru fjølbroytt.

Tær vitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin bjóðar, eru ókeypis hjá skúlum í luttakandi kommununum. Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið bera allan kostnaðin.

Umframt einstakar listavitjanir og verkstovur, er eisini møguleiki hjá skúlum at fáa vitjan av einum listafólki í fleiri umførum. Harvið koma næmingarnir eitt sindur tættari at listini og tí skapandi tilgongdini. Tvey listafólk verða vald sum økislistafólk og koma á vitjan á útvaldum skúlum einaferð um vikuna í ein heilan mánað ella í longri tíðarskeið, alt í samráð við skúlan.

Á heimasíðuni hjá Listaleypinum www.listaleypurin.fo er teldutøkt umsóknarskjal. Umsøkjarar søkja teldutøkt og viðhefta skjalprógv, sum lýsir listaverkætlanina. 

Listaleypurin vónar, at nógv føroysk listafólk nýta hendan møguleikan at bjóða sína list út á skúlar og forskúlar í Føroyum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.