Tíðindi

Nýggj temasíða um ríkisdagsvalið

Snar hevur gjørt eina nýggja temasíðu um komandi ríkisdagsvalið

31. august 2018

Sunnudagin 9. september í 2018 er ríkisdagsval í Svøríki. Tí er nýggj temasíða á Snar, sum í stuttum varpar ljós á fólkaræði í størsta Norðurlandinum og hvønn týdning upplýsing og luttøka kunnu hava, tá borgarar sleppa at velja.

Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum, sum júst hava fingið bøkurnar Samfelagið - og eg (Nám 2017) og Samfelagið - og vit (Nám 2018), sum við hepni kunnu brúkast at lýsa fólkaræði.

Her sæst temasíðan: http://snar.fo/rikisdagsval/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.