Tíðindi

Nógv skeld og fáar reglur heima kunnu gera, at børn leita sær ugga í mati

Granskarar hava fylgt fleiri enn 800 norskum børnum frá tí tey vóru 6 ár til tey vóru 10 ár.

21. september 2018

Tað er einki óvanligt í, at smábørn eta meiri enn tey orka og tørvar, tá ið tey eru kedd, órólig ella skelkað. Í eini nýggjari kanning hava granskarar fylgt 802 børnum, frá tí tey vóru 6 til 10 ára gomul fyri at finna útav, hví børn eta ov nógv, tá ið tey eru kensluliga skakað ella órólig.

– Vit hava filmað samspælið millum børn og foreldur, frá tí børnini vóru 6 ár. Evnini hjá foreldrum at seta mørk og skapa karmar heima vórðu mettir út frá grundarlagnum í samspælinum, greiðir Oda Bjørklund, granskari við NTNU.

Í kanningini eru granskararnir komnir fram til, at størri sannlíkindi eru fyri, at børn eta meiri enn tey orka ella tørvar, um heimið er merkt av, at foreldrini skelda nógv, um fáar rutinur og fá ella eingi mørk eru. Bjørklund sigur, at kanningin ikki gevur greitt boð uppá, hví tað er soleiðis, men hon sigur, at tað at eta meiri enn tær tørvar kemst av, at foreldrini hava ikki nóg greiðar karmar, tá ið talan er um máltíðirnar.

– Reglusemi og stukturur eru umráðandi fyri at fremja góðar matvanar hjá børnum; kanska hava tey lættari atgongd til mat og færri reglur heima, sigur hon.

Kanningin vísir eisini, at børn, sum hava eitt kenslusamt lyndi, ið eitt nú ger, at tað er ringt at ugga tey, eru í øktum vanda fyri at finna ugga í at eta.

– Summi børn hava verri við at handfara kenslur sum at vera kedd ella ill; tey kunnu hava ilt við at handfara negativar kenslur og eru verri at ugga enn onnur, sigur Bjørklund.

Fyri hesi børnini kann tað at eta vera ein háttur at kenna seg betur.

– Matur skapar positivar kenslur, og tað kann vera lætt at finna ugga í at eta. Tað kann eisini hugsast, at foreldur bjóða børnum sínum mat sum ugga, tí tey hava ilt við at ugga á annan hátt, sigur hon.

Bjørklund vísir á, at lyndið hjá børnum í stóran mun er viðføtt.

– Men kanningin vísir samstundis, at vaksa børn, sum eru trupul at ugga, upp í familjum, sum duga væl at samskifta, sum duga væl at loysa trupulleikar og avbjóðingar, og sum duga væl at vísa kenslur, eru tey ikki í størri vanda fyri ováti, sigur hon.

Í familjum, har hesi viðurskiftini ikki eru góð, er størri vandi fyri, at børnini eta ov nógv. At finna ugga í at eta kann elva til yvirvekt.

– Eldri kanningar hava víst, at børn, sum eta meiri enn tey orka, tí tey ikki duga at handfara negativar kenslur, kunnu gerast ov tung og eru í øktum vanda fyri at fáa etingarólag, sigur Bjørklund.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.