Tíðindi

Ongantíð rætt at tiga sálarsjúku burtur

Nógv vaksin halda, at tað er sera trupult at tosa við børn síni um sálarsjúku, men børn hava rætt at verða upplýst og at fáa svar upp á tað, sum tey undrast á.

19.03.2021

Fáa børn ta hjálpina, teimum tørvar, og er hjálpin nóg góð? Tað verður nógv granskað í hesum spurninginum. Flestu granskarar eru á einum máli um, at tað er betri fyri børnini at verða upplýst um sálarsjúkuna, sum foreldrini stríðast við, enn at tiga um hana, tí so kunnu skilja børnini betur, hví foreldrini gera, sum tey gera, og tá er tað lættari at góðtaka, at soleiðis er støðan. Harumframt sleppa børn undan at brúka nógva orku uppá at hugsa og undrast á ymiskt, og børn fáa eisini lættari hjálp, um tey hava lært at tosa um tað, sum er trupult.

Ov truplar kenslur og tankar

Hevur tú nakrantíð verið ógvuliga kedd av ikki at sleppa at gista hjá onkrum vini? Ella ert tú onkuntíð blivin ógvuliga bangin, tí tú helt, at onkur gekk aftan á tær, tá ið tú vart úti og gekk í skýmingini?

Tað er púra vanligt at vera keddur og bangin, og soleiðis eigur tað at vera. Annars høvdu vit gjørt ymiskt, sum er vandamikið fyri okkum, sum til dømis at klíva einsamøll í berginum. At vit eru bangin, kann verja okkum, soleiðis at vit ikki gera ymiskt, sum kann vera vandamikið, ella sum kroppurin heldur er vandamikið.

Men onkuntíð kann tað gerast ov nógv við hugtungum kenslum. Fleiri hugtungar kenslur enn vit klára at takkla. Og tað er tá, at vit gerast sjúk í tonkunum, ella sálarliga sjúk, sum tað eitur. Foreldur, sum dragast við sálarsjúku, kunnu vera meiri hugtung, troytt ella bangin enn tað, sum er vanligt.

Nógv børn hava foreldur, sum ikki orka

Hevur tú mammu ella pápa, sum ofta ikki orka at gera ymiskt? Ella hevur tú kanska mammu ella pápa, sum eru súr ella ill alla tíðina uttan, at tú veitst hví, at tey eru tað? So ert tú ikki einsamøll. Tað eru nógv børn, sum hava tað soleiðis, sum tú hevur tað.

Hugsa ein skúlaflokk við 20 næmingum. Í hesum flokkinum er tað sannlíkt fýra næmingar, sum hava foreldur við sálarsjúku.

Tað er umráðandi, at tú veitst hetta:

Tað er aldri barnið, sum hevur skyldina av, at foreldrið hevur sálarsjúku. Tað er heldur ikki foreldrið, sum kann gera, at foreldrið verður frískt ella fær tað betri. Tað eru vaksin, sum arbeiða við heilsu, sum hava ábyrgdina av at hjálpa foreldrum, ið tørvar hjálp.

Fyrr í tíðini lugu foreldur

Fyrr í tíðini sluppu børn ikki við til jarðarferðir. Summi børn fingu heldur ikki at vita, um til dømis ein ommusystir doyði. Fyrr í tíðini kundu vaksin eisini finna uppá at lúgva fyri børnum við at siga, at ommusystirin, sum doyði, var farin at ferðast, í staðin fyri at siga, at ommusystirin var deyð. Tey vaksnu lugu fyri ikki at gera børnini kedd. Tey hildu, at tey gjørdu børnunum eina tænastu við ikki at siga, sum var. Tað, tey vaksnu gloymdu at hugsa, var, at tey flestu børnini væl skiltu tað, sum tey vaksnu ikki søgdu.

Børn skilja ikki altíð tað, sum hendir

Í gomlum døgum vóru børn tí noydd at hugsa eina rúgvu um tað, sum hendi. Tey hugsaðu so nógv, at tey gjørdust ógvuliga troytt í høvdinum. Børnini skiltu heldur ikki, hví øll vóru so kedd av, at ommusystirin bara var farin at ferðast. Harumframt gjørdust børn kanska kedd, um foreldrini søgdu, at abbin skuldi fara at ferðast. Tá vistu børnini ikki, um tað merkti, at abbin í veruleikanum skuldi ferðast ella um hann skuldi doyggja.

Í dag vita flest foreldur, at tey ikki skulu lúgva fyri børnum. Tey flestu vita eisini, at tað er vanligt at gerast keddur, og at tað ikki er vandamikið. Men enn tað soleiðis, at nógv foreldur halda, at børn hava tað betri av, at tey ikki tosa við tey um sálarsjúku. Summi foreldur vilja ikki, at børnini skulu vera stúrin, og tí halda tey, at tey verja børnini við einki at siga. Eitt sindur sum gjørt var í gomlum døgum.

Tosið um tað

Nógv vaksin halda, at tað er lættari at tosa um ymiskt, sum er galið við kroppinum, heldur enn kenslum og tankum. Tað er eitt sindur løgið, at tað er soleiðis, men summi foreldur halda, at tað er flóvisligt ella trupult at greiða frá sálarsjúku. Tíbetur er tað vaksin fólk, sum ikki halda, at tað er trupult at tosa við børn um at hava foreldur við sálarsjúku.

Børn hava rættindi

Tað er ásett í lóg, at børn hava rætt at fáa at vitan um sjúkuna hjá foreldrum sínum. Tað vil siga, at øll børn hava rætt til at tosa við tey, sum arbeiða har, sum foreldrini søkja sær hjálp; børn hava rætt at fáa svar upp á spurningar, tey hava. Tey hava eisini rætt til at vitja foreldur síni á sjúkrahúsi ella har, tey eru fyri at fáa hjálp at gerast frísk. Børn hava hesi rættindini, tí vit vita, at børn fáa tað betri, um tey fáa kunning og møguleika at spyrja um tað, tey undrast á.

Tað hjálpir at tosa um tað, sum er trupult. Um tær tørvar tað, kanst tú tosa við heilsufrøðing, lærara ella ein vaksnan, tú hevur álit á.  

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.