Tíðindi
22.01.2024
Høvuðsendamálið við lógarbroytingini er, at lærarin fær meira tíð til hvønn einstakan næming, og at hvør einstakur næmingur fær betri læriumstøður. Tískil fer tað við hesi lógarbroytingini, sum er skotin upp, verða møguligt hjá hvørjum einstøkum skúla at býta upp í tveir flokkar, um næmingatalið í flokkinum við skúlaársbyrjan er hægri enn 20. Í galdandi lóggávu stendur í § 20, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki. Hetta broytingaruppskot inniber eina nýskipan, har einstaki skúlin fær rætt til at gera av, um floksbýtið verður gjørt við næmingi nummar 21, ella um sett verður inn við øðrum fyriskipanum, herundir t.d. við tvílæraraskipan. Henda skipan verður galdandi frá skúlaárinum 2025/2026. Tá verður byrjað við 1. flokki, og skipanin verður síðan rullað út yvir 9 ár og soleiðis sett í gildi eftir níggju árum við einum árligum kostnaði á umleið 4 mió. kr.
Í viðmerkingum til uppskotið verður eitt nú sagt, at í álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini er eitt av tilmælinum um floksstødd, har mælt verður til eina floksstødd á í mesta lagi 20 næmingar í hvørjum flokki. Í álitinum verður víst á, at henda floksstødd við 20 næmingum í hvørjum flokki sambært námsfrøðiligari gransking á økinum, er ein væl hóskandi fortreyt fyri námsfrøðiligari, trivnaðarligari og fakligari menning. Ein fortreyt fyri at skapa trivnað og tær góðu relatiónirnar í flokkinum er, at lærarin hevur nøktandi tíð til einstaka næmingin. Hetta er galdandi fyri allar næmingar, at teir kenna seg bæði verða sæddar og hoyrdir av læraranum. Tað er umráðandi, at fyriskipanirnar í fólkaskúlanum taka hædd fyri hesum, so at næmingarnir uppliva, at undirvísingin bæði er áhugaverd og viðkomandi, og at tað í skúlanum er gott at vera, har atlit verða tikin at førleikum, tørvi og evnum hjá tí einstaka næminginum.
Freistin at koma við viðmerkingum til lógaruppskotið er mánadagin 5. februar kl. 12:00. Tey, sum eru biðin at viðmerkja, eru Føroya Lærarafela, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám, Námsvísindadeildin, Føroya skúlaleiðarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Kommunufelag, Gigni, Megd og Felagið Heim og skúli umframt aðalráðini.
Savnsmynd.