Tíðindi

Næmingarnir trívast betur fakliga og sosialt við ongari fartelefon

- Tað er meiri lív í flokkinum, tey práta og flenna í fríkorterunum, og hugsavnanin í flokkinum er nógv betri, sigur Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum.

4. januar 2021

Tað fyrsta, næmingarnir í 9.b gera, tá ið teir koma í skúla um morgunin, er at leggja telefonirnar í ein kassa í skúlastovuni; kassin fer síðan inn í eitt skáp, sum verður læst, og ikki fyrr enn skúladagurin er liðugur, fáa næmingarnir telefonina aftur. Soleiðis hevur tað verið frá skúlaársbyrjan. Tað er tó ikki nakað nýtt fyri næmingarnar ikki at hava fartelefonina hjá sær, tí í 8. flokki var fartelefonin eisini bannlýst í skúlatíðini, men bara til matarsteðgin. Miriam Nolsøe Johannesen, flokslærari hjá 9.b, hevur av sínum eintingum gjørt av, at fartelefonin ikki skal verða loyvd í skúlatíðini hjá 9.b.

- Tað er upp til lærararnar í hádeildini at gera av, um teir loyva næmingunum at hava telefon í skúlatíðini ella ikki; næmingarnir í innskúlingini og miðdeildini sleppa ikki at hava telefon í skúlatíðini. Tað eru tríggir 9. flokkar, og eg havi so valt fyri flokkin, sum eg eri flokslærari hjá, at fartelefonin ikki skal vera loyvd.

Orsøkin til hesa avgerðina er, at hon er sannførd um, at tað er betri fyri næmingarnar fakliga og sosialt, at fartelefonin er burturvíst í skúlatíðini.

- Eg eri onga løtu í iva um, at næmingarnir trívast betur bæði fakliga og sosialt, tá ið eingin fartelefon órógvar. Eg síggi, at tey eru meiri saman, at tað er lív í flokkinum, tey práta og hava tað stuttligt og flenna. Í flokkinum eru eisini næmingar, sum eru komnir úr øðrum skúlum, og sita øll við eygunum í einari telefon, koma tey ikki at kennast. Tað er týdningarmikið at samansjóða næmingarnar. Tað er eingin ivi um, at hugsavnanin er nógvar ferðir betri, og at tey trívast betur fakliga; tey hava gott arbeiðslag, og tey sita pinnastill og arbeiða, tá ið tey fáa eina uppgávu.

Tað var síðst í farna skúlaári, at Miriam Nolsøe greiddi flokkinum frá, hvørjar telefonreglur fóru at vera galdandi, tá ið næmingarnir komu í 9. flokk. Foreldrini vórðu eisini kunnað, og tey hava treytaleyst tikið undir við reglunum.

- Sjálvsagt undraðust næmingarnir á, at teir ikki sluppu at fáa fartelefonina eftir matarsteðgin, eins og næmingarnir í hinum báðum 9. flokkunum, og øll vórðu ikki glað. Tað er skiljandi. Tí hava eg brúkt nógva tíð og orku at sannføra tey um tað skilagóða í hesum, nevniliga, at tey fáa eina betri skúlagongd við ikki at hava telefonina alla tíðina. Eg havi sagt við tey, at tey fara at spæla meiri, stuttleika sær meiri saman, práta meiri saman, flenna meiri og koma at kennast betur. At hetta ikki er nøkur revsing, men fyri teirra egna besta, og at tey fara at trívast betur og læra meiri. Eg vil hava næmingarnar at trívast, at tey hava tað stuttligt í skúlanum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2020, sum kom í desember


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.