Tíðindi
21.01.2021
Í Sundalagnum er drúgv siðvenja at hava bókasavn. Bókasavnið í skúlanum er eisini fólkabókasavn, og tað verður væl vitjað av næmingum og almenningi. Nú nýggi Skúlin við Streymin er tikin í nýtslu, eru karmarnir hjá bókasavninum vorðnir framúrgóðir. Har er gott pláss til bøkur, framsýningar og annað, ikki minst at seta seg niður, hvíla og slappa av við eini bók í góðari sofu og lenistóli, sum eisini vóru á gamla bókasavninum.
- Næmingarnir eru vanir við at hava bókasavn; teir vita, at á bókasavninum er friðarligt, gott og fjálgt at vera, og teir hava altíð verið góðir við bókasavnið. Summi børn leita sær á bókasavnið, bara tí at har er friður og fjálgt; summi teirra hava eisini tørv at práta við onkran vaksnan. Bókavørðurin er eisini eitt slag av sálarhirði. Hóast gamla bókasavnið var lítið, vóru eins nógvar bøkur har sum í nýggja bókasavninum. Tað var eitt meiri afturlatið rúm, men kortini var tað aldri stongt, sigur Thordis Dahl Hansen, skúlabókavørður.
Av tí at nýggja bókasavnið nú ræður yvir væl fleiri fermetrum, letur tað upp fyri nógvum møguleikum; tað ber eitt nú betur til at gera ymiskar framsýningar av bókum og skipa fyri tiltøkum. Bøkurnar eru ikki bara at finna á onkrari hill við rygginum úteftir.
- Í gamla bókasavninum, tá ið næmingatalið var nógv minni enn nú, høvdu vit undranarframsýningar, sum veruliga hugtóku næmingar. Vit høvdu eisini kappingar og jólakalendarar av ymiskum slag, sum hava til endamáls, at næmingar skulu leita eftir vitan. Nú vit hava nógv betri pláss, hava vit umstøður at skipa fyri slíkum aftur. Annað, sum hevur týdning, er tað, sum liggur runt umkring og sløðist. Tað er í fínasta lagi at hava bøkur á hillum og í framsýningum, men tað hevur eisini týdning, at sumt liggur frammi, og sum næmingurin lesur av óvart. Hetta at lesa av óvart kann verða skipað á ymsan hátt, til dømis at tú tekur ymiskt úr barnablaðnum og varpar upp á veggin. Vit gáa ikki nóg nógv um tað, sum vit lesa av óvart.
Mikudag er bókasavnið opið fyri almenninginum. Tá er tað mannað við fólkabókavørði og hjálparbólki. Fólkabókasavnið skipar regluliga fyri tiltøkum, sum savnar nógv fólk. Barnagarðurin brúkar eisini bókasavnið nógv. Tá ið alt er komið upp á pláss í nýggja bókasavninum, fara bókavørðirnir at skipa fyri ymiskum.
- Vit hava í umbúna at fara undir lesiringar, væntandi í nýggja árinum. Hvussu undirtøkan verður fyri tí, vita vit ikki enn. Vit hava havt lesiringar fyrr; tey børnini, sum vóru partur av tí, ganga oftari á bókasavninum enn onnur. Tað er týðiligt, at gongur lærarin høgt upp í lesing og lesur nógv við næmingunum, so fær hann næmingarnar at lesa og at koma á bókasavnið.
Mynd: Ólavur Frederiksen