Tíðindi


Næmingar við øðrum etniskum uppruna ikki nóg gott skúlatilboð

- Vit megna ikki nóg væl at geva næmingum, sum hava annað mál enn føroyskt, nøktandi skúlatilboð; taka myndugleikarnir ikki hesa uppgávuna í álvara, játta tímar og framleiða undirvísingartilfar, so fær hetta avleiðingar fyri nógv børn, sigur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla

28. august 2017

At fáa næmingar við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum at gerast ein partur av fólkaskúlanum á jøvnum føti við føroyskar næmingar er ein nógv størri avbjóðing enn almennir- og kommunalir myndugleikar gera sær far um. Tað heldur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla.
- Tað sýnist, sum vit øll gera ov lítið við hesa avbjóðingina; vit hoyra lítið frá almennu myndugleikunum. Alt gott um at gera álit um, hvat eigur at verða gjørt, men skúlunum tørvar, at onkur handlar, og tað verður handlað skjótt, tí henda avbjóðingin er stór og nógv størri enn nakar ímyndar sær. Onkur einstøk eldsál roynir í sínum lagi at gera okkurt, og skúlar royna hvør í sínum lagi at taka sær av hesum næmingunum, men vit fáa lítið munadygt gjørt við ov fáum tímum til hesar næmingarnar, ið hava annað mál enn føroyskt.

Í Sørvágs skúla eru nógvir tvímæltir næmingar, nógvir teirra eru vaksnir upp og hava gingið í barnagarði í bygdini; í løtuni eru 4 næmingar, sum skilja lítið og einki av føroyskum, og tað eru serliga tey, ið koma sum stór børn ella hálvvaksin, sum vandi er fyri verða afturúrsigld í skúlanum við lítlari hjálp.
- Í hvørjum einasta flokki er í øllum førum ein næmingur, sum tosar annað mál enn føroyskt heima; oftast tí at mamman er útlendingur. Nógv teirra eru væl fyri málsliga, og tey klára seg væl í skúlanum. Tað er í teimum førunum, at barnið er komið til bygdina eftir at skúlatíðin er byrjað ella hálvvaksið, og tað einki føroyskt skilir, at tað verður ein avbjóðing. Seinni næmingurin byrjar í skúlanum, størri er avbjóðingin; tað sigur seg sjálvt. Mangan dugir mamman einki føroyskt, og mangan er makin hjá mammuni sjómaður og tí lítið heima; sostatt verður lítið og einki føroyskt tosað heima. Bara í Vágum eru umleið hálvthundrað konufólk, ið hava annan etniskan uppruna enn føroyskan, í burðardyggum aldri; tí kunnu vit ímynda okkum, at tað verða nógv børn, hvørs fyrstamál ikki er føroyskt.

Lesið samrøðu við Jóhannis Joensen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.