Tíðindi

Næmingar vant seg við, at fartelefonin ikki hoyrir heima í skúlatíðini

- Næmingarnir vita, at um telefonin kemur fram, so verður hon tikin, og næmingurin fær ikki telefonina aftur fyrr enn foreldrini koma eftir henni, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin

06.01.2021

Skúlin við Streymin loyvir ikki fartelefon í skúlatíðini. Henda reglan hevur verið galdandi síðan august 2017. Reglan merkir, at fartelefonin hjá næmingum í 1.-6. flokki skal liggja sløkt í taskuni í skúlatíðini, og at fartelefonin hjá næmingum í 7.-10. flokki skal vera í einum læstum skápi í skúlatíðini.

- Telefonin er ikki neyðug í skúlatíðini. Allir næmingar hava fingið eina cromebook-teldu í part at brúka í undirvísingini. Orsøkin til, at vit hava bannað fartelefon í skúlatíðini, er vandin fyri, at onkur tekur myndir í brúsurúminum og sjálvandi eisini alt tað órógvið, sum annars er av fartelefonum. Tað er komið fyri tvær ferðir, at næmingur hevur tikið mynd av øðrum næmingi í brúsurúminum; aðrir næmingar hava gjørt vart við tað, og vit hava steðgað tí. Tað skal ikki vera eitt afturvendandi mál, at næmingar kenna seg ótryggar at fara í skúla og í til dømis í ítrótti at fara undir brúsu.

Sonni Djurhuus heldur, at næmingarnir hava vant seg við, at fartelefonin ikki hoyrir heima í skúlatíðini.

- Sjálvandi kann tað koma fyri, at onkur brýtur regluna. Næmingarnir vita, at um telefonin kemur fram í tímanum ella fríkorterinum, so verður hon tikin, og næmingurin fær hana ikki aftur fyrr enn foreldrini koma eftir henni. Tað tíma næmingarnir illa, og tí hendir tað sjáldan. Henda reglan er sera effektiv, tí flestu foreldur taka undir við regluni og siga, at tey koma ikki eftir fartelefonini alt fyri eitt. Tað fyribyrgir, at hetta hendir í tíð og ótíð.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni