Tíðindi


Næmingar leita á netinum heldur enn at spyrja vegleiðaran

Vilt tú vita, hvørjar møguleikar tú hevur eftir loknan fólkaskúla, fert tú kanska heldur út á internetið at leita enn at spyrja skúlavegleiðaran um kunning og ráð

19. juli 2017

Orsøkin til hetta er lutvíst, at skúlavegleiðingin er so skerd í tímum, at hon røkkur ikki allar næmingarnar, og lutvíst talgildingin. Ein sannroynd er í øllum førum, at næmingar leita sær kunning og upplýsingar á netinum um møguleikarnar, teir hava eftir fólkaskúla, og tað er eisini har, at teir melda seg inn á útbúgvingar. Ein vansi við talgildingini er, at upplæringin í at fylla eina umsókn út onkursvegna er endað í ongamannalandi.
- Fyrr lærdu næmingar í skúlanum, hvussu teir t.d. fylla eina umsókn til miðnámskúla út; talgildingin hevur gjørt, at eingin eigur hesa uppgávuna. Tað er heldur einki talgilt tilfar á føroyskum um, hvussu tú ger hetta. Vit áttu at havt ein talgildan pall, har umsóknarbløðini eru savnað, og har tú samstundis lærir at fylla umsóknarbløð út. Umsóknarbløðini eru ymisk, frymlarnir ymiskir, krøvini ymisk, og tað er skjótt at villast ella misskilja, um eingin er at vegleiða teg, sigur Ester Poulsen, forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya.

Ein onnur avleiðing av talgildingini er, at næmingurin er rættiliga einsamallur um uppgávuna at søkja inn á útbúgvingar. Foreldrini hava onkursvegna mist tamarhaldið, og tað sama hava skúlarnir, sum ikki longur eru partur av hesum í sama mun sum fyrr.
- Næmingar spyrja ikki á sama hátt sum fyrr um, hvussu tú fyllir eina umsókn út; teir orðna tað sjálvir. Næmingunum nýtast heldur ikki undirskrift frá foreldrunum, áðrenn teir søkja. Í Danmark skulu foreldur skriva undir, áðrenn umsóknin frá næminginum verður góðkend.

Næmingar hava ofta ein dreym um, hvat tey vilja verða, tá ið teir verða vaksnir; summir hava greiðar ætlanir og satsa miðvíst eftir ávísari útbúgving og starvsleið; eitt vandamál er, at tað er stórt arbeiðsloysi í nógvum vinnugreinum, og hetta vandamálið eru næmingarnir mangan ikki tilvitaðir um.
- Ein uppgáva hjá vegleiðarunum er at gera næmingar tilvitaðar um, hvørjum vinnugreinum tørvur er á; tí er tað so ógvuliga umráðandi at kunna næmingar um arbeiðsmarknaðin og tær mekanismurnar, sum har eru galdandi, eitt nú eftirspurning og útboð av arbeiði; eisini er tað umráðandi at kunna næmingar og lesandi um, hvar tey kunnu fáa upplýsingar um, hvat arbeiðsmarknaðinum tørvar. Í Føroyum eru møguleikarnir fyri starvi meiri avmarkaðir enn aðra staðni, men eisini uttanlands er arbeiðsloysi í ávísum vinnugreinum. Føroyska samfelagið vil hava fólk heim eftir lokna útbúgving, men javnan eru ikki størv tøk til teirra sum velja at flyta heim; tey koma heim við góðum vónum og einum vilja at búgva í Føroyum, men nógv hava sera ilt við at fáa starv í tí, tey hava útbúgving í. Havi skilt at tað eru umleið hálvhundrað føroyingar, sum í løtuni lesa til løgfrøðing; samstundis er ógvuliga ringt at fáa starv sum løgfrøðingur. Hetta sæst eisini í fólkaskúlanum, har fleiri, við fínari útbúgving, arbeiða sum vikarar, tí tey ikki fáa starv við tí útbúgving, tey hava tikið. Vit hava ongan stovn í Føroyum, sum ger upp, hvørjum útbúgvingum tørvur er á, hvussu arbeiðsloysið er innan fyri ávísu vinnugreinirnar og so framvegis; hetta hava tey eitt nú í Danmark, og tað er sera hent. Av tí at starvsmøguleikarnir eru avmarkaðir, hevur íverksetan týdning, hetta at gera næmingarnar tilvitaðar um, at teir kunnu skapa sítt egna starv.

Les eisini: http://skulabladid.fo/ra%C3%B0festa-sk%C3%BAlaveglei%C3%B0ingina-og-samstarva-um-felags-uppg%C3%A1vur

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.