Tíðindi


Næmingar í fjórða flokki duga verri at lesa

Lesiførleikin hjá næmingum í fjórða flokki í Danmark er versnaður; hinvegin duga teir betur at lesa talgildar tekstir. Tað vísir altjóða lesikanningin PIRLS 2016.

5. desember 2017

Í 2011 sást ein týðilig framgongd í lesiførleikanum hjá fjórða floks næmingum í Danmark, men í dag eru teir aftur á sama stigi sum í 2006. Í 2016 klára 12 av 54 londum, sum taka lut í altjóða lesikanningini, seg munandi betur enn Danmark, meðan tað í 2011 bara vóru fýra, sum kláraðu seg betur. Tað eru nøkur av úrslitunum í altjóða lesikanningini PIRLS 2016. Kanningin verður gjørd fimta hvørt ár. Hon mátar og samanber lesiførleikan hjá meiri enn 300.000 næmingum í fjórða flokki í 54 londum.

Jan Mejding, sum er lektari á DPU á Århus universiteti, hevur ábyrgdina av danska partinum av kanningini, sum fatar um eitt umboðandi tal av næmingum; 7100 næmingar í 3. og 4. flokki. Hann sigur:

”Hóast donsku næmingarnir framvegis eru oman fyri miðal fyri tey luttakandi londini í ES og OECD, so sær tað út til, at tann framgongdin, sum donsku næmingarnir í miðdeild gjørdu í 2011, er burtur, og tað kann við tíðini fáa avleiðingar fyri næmingar í eldri floksstigum.”

Færri góðir og fleiri vánaligir

Kanningin vísir, at tað eru munir í lesiførleikanum hjá næmingum. Tað er stórur munur á lesistiginum millum tann besta og tann vánaligasta næmingin í fjórða flokki; munurin er ikki minni enn trý floksstig. Kanningin brúkar fýra stig at máta lesiførleikan. Her vísir tað seg, at 11 prosent av øllum næmingunum í Danmark eru á ógvuliga høgum stigi, at 41 prosent eru á høgum førleikastigi og at 34 prosent eru á miðalstigi. 15 prosent av næmingunum eru á lágum førleikastigi.

”Samanborið við 2011 eru eitt sindur fleiri á høgum stigi og eitt sindur fleiri á lægsta stigi. Við øðrum orðum gongur tað skeiva vegin. Lærarar hava eina avbjóðing, sum er at leggja undirvísingina til rættis soleiðis, at bæði veikir og sterkir næmingar fáa avbjóðingar,” sigur Jan Mejding.

Fleiri tímar ongar týdning

Tað er áhugavert at síggja, at økta undirvísingartímatalið, sum kom við stóru skúlanýskipanini, ikki hevur havt týdning fyri lesiførleikan.

”Vit síggja ongan samanhang millum lesiførleika og tað tímatalið, sum skúlarnir hava fingið. Samanborið við onnur lond klára næmingar í skúlaskipanum við fleiri tímum seg ikki neyðturviliga betur, og samanbera vit við hini Norðurlondini, so ganga danskir næmingar 1-2 tímar longri í skúla um dagin. Samstundis er lesiførleikin hjá donskum næmingum verri enn hjá norskum og svenskum børnum og nógv verri enn hjá finskum børnum,” sigur Jan Mejding.

Ringur hugur at lesa

Sum heild lesa genturnar betur enn dreingirnir í øllum teimum 54 londunum, sum taka lut í kanningini. Í Danmark klára genturnar seg væl betur enn dreingirnir. Samstundis er munur á, hvørjar tekstir dreingir og gentur lesa best. Genturnar klára seg best í fagurbókmentaligum tekstum, meðan dreingir klára seg best í upplýsandi tekstir, tað vil siga yrkistekstum.

Tá ið talan er um lesigleði, liggja donsku næmingarnir niðarlaga á stiganum. Bara 20 prosent av næmingunum dámar væl at lesa, samanborið við 43 prosent altjóða.

”Tað er tíverri eitt keðiligt mynstur fyri øll Norðurlond: lesihugurin er minkaður, síðan vit gjørdu kanningina seinast í 2011. Tað er ein trupulleiki, tí júst lesihugurin hevur stóran týdning fyri lesiførleikan,” sigur Jan Mejding.

Online lesingin øðrvísi

Sum nakað nýtt mátar PIRLS 2016 lesiførleikan hjá næmingum innan lesing av upplýsandi online-tekstum (ePIRLS). Her klára teir donsku næmingarnir seg væl.

”Vit kunnu staðfesta, at næmingarnir í fjórða flokki klára seg munandi betur, tá ið talan er um lesing av upplýsandi tekstum á netinum samanborið við PIRLS-kanningina, sum byggir á pappír. Donsku næmingarnir hava størstu framgongdini samanborið við hini londini, sum tóku lut í ePirls, tá ið talan er um at lesa talgildar tekstir,” sigur Jan Mejding.

Kelda: http://edu.au.dk/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.