Tíðindi
15.02.2023
Stutt eftir at næmingaráðið í Kollafjarðar skúla var valt í heyst, varð prátað um, at tað hevði verið áhugavert at fingið samband við hini næmingaráðini í landinum ella bara í kommununi, og spurt tey um, hvussu og hvørjum tey arbeiða við. Vit kjakaðust eitt sindur um, hvussu vit skuldu gera hetta. Hvussu nógv skuldu vit bjóða á fund og hvat skuldu vit snakka um, tá tey komu á fund?
Vit settu eina skrá saman, bjóðaðu Tóru Petersen, trivnaðarráðgeva í Námi, at koma til fundin at hava ein stuttan fyrilestur fyri okkum, við støði í týdninginum av næmingsins rødd.
Vit avgjørdu so at senda eina innbjóðing til fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu og so vita, hvat spurdist burturúr. Skjótt fingu vit svar frá fleiri skúlum, og tá avtornaði høvdu sjey skúlar í kommununi meldað til.
Í skránni var eisini lagt upp til at næmingaráðini hvør sær høvdu eitt stutt upplegg, har tey greiddu frá, hvussu júst teirra næmingaráð arbeiðir.
Vit hugdu eftir viðtøkunum hjá hvørjum øðrum, og tað var skilagott, tí vit kundu øll brúka ymiskt frá hinum skúlunum og spyrja um ymiskt, um ivi var um nakað.
At enda var avgjørt í felag, at vit í Tórshavnar kommunu skuldu seta á stovn eitt yvirskipað næmingafelag, sum umboðar allar skúlarnar í kommununi og arbeiða víðari við at seta á stovn eitt landsfelag.
Tað var bæði áhugavert og til tíðir rørandi fyri okkum lærarar at síggja og hoyra viljan hjá okkara næmingum at gera ein positivan mun á egnum skúla og í samstarvi við aðrar.
Ein deiligur, gevandi, men eisini krevjandi dagur, har vit øll fingu íblástur frá hvørjum øðrum.
Og sum nakað heilt serligt, skal leggjast afturat, at vit fingu fleiri áhugaverdar vitjanir: Frá kommununi komu trý fólk frá Mentamáladeildini og eitt fólk kom frá Undirvísingarstýrinum, og afturat teimum komu tvey fólk frá KVF at taka upp til Sakina. KVF fekk samrøður við bæði næmingar frá okkara næmingaráði og fleiri frá hinum skúlunum.
Kelda: kol.fo