Tíðindi

Næmingaráð upplagt høvi at læra at næmingar fólkaræði

Eysturskúlin í Havn er flaggskip, hvat næmingaráðum viðvíkur. Tey ganga høgt uppí at skipa næmingaráð á hvørjum ári, og syrgt verður fyri, at tað ikki bert gerst eitt eiti.

25. oktober 2019

Carl Eli Nolsøe Samuelsen er ein av næmingaráðssamskiparunum í Eysturskúlanum. Har verður tað skipað soleiðis, at eitt næmingaráð verður valt fyri hvørja deild; eitt í innskúlingini, eitt í miðdeild, eitt í framhaldsdeild og eitt í Námi X. Hvørt næmingaráð er mannað við einum næmingi úr hvørjum flokki í ávísu deildini. Næmingaráðið virkar sostatt sum millumlið millum flokkin og lærarar/leiðslu, og endamálið hjá næmingaráðnum er at gera tað betri hjá síni deild at ganga í skúla.

Carl Eli greiðir frá, at tað er av stórum týdningi, at næmingarnir skilja, hvat endamálið við næmingaráðnum er, tí annars missir tað týdningin, og næmingarnir missa áhugan. Hann syrgir fyri at geva flokslærarum boð um, hvussu valið verður skipað, so teir kunnu fyrireika sín flokk til valið.

- Í mínum egna flokki havi eg fyrireikað næmingarnar við at greiða teimum frá teirra rættindum, sum eru staðfest í Barnarættindasáttmálanum hjá ST, og eg sigi teimum, at tey hava eina rødd, sum tey eiga at brúka fyri at hava ávirkan á samfelagið og á skúlan. Síðan greiði eg frá, at vit skulu velja eitt næmingaráð, og at tey, sum hava hug at stilla upp og verða røddin fyri sín flokk, kunnu gera tað. Soleiðis leggi eg lunnar undir, at øll fáa eina fatan av, hvat endamálið er við næmingaráðnum, sigur Carl Eli. 

Fyri at gera næmingaráðsvalið veruleikakent og spennandi fyri næmingarnar stremba tey í Eysturskúlanum eftir at fáa valið at líkjast einum veruligum, demokratiskum vali sum t.d. løgtingsvalinum. Hetta verður gjørt við, at allir næmingar hava loyvi at stilla upp. Tey, sum stilla upp, hava eina viku at hugsa seg um, hvørjum tey ætla at arbeiða við. Beint fyri valið fáa tey uppstillaðu eina løtu at bera fram síni hjartamál í flokkinum, og síðan skulu næmingarnir dulnevnt velja tað umboðið, sum tey ynskja. Næmingarnir standa í rað fyri at fáa atkvøðuseðilin. Atkvøðast skal í einum kliva, sum verður settur upp til endamálið, og síðan verða atkvøðurnar stungnar í kassan, taldar upp og úrslitið verður kunngjørt.

- Í ár er tað so sera upplagt at skipa næmingaráðsvalið sum eitt veruleikakent val, tí næmingaráðsvalið er í ár sett at vera dagin fyri sjálvt løgtingsvalið. Nøkur av valevnunum fáa íblástur frá løgtingsvalinum og gera plakatir við myndum og hjartamálum, sum tey heingja upp ymsastaðni í deildini. Tað er stuttligt at síggja, sigur Carl Eli.

Happingarkanningin, sum varð løgd fram fyri summarfrítíðina 2019, vísti, at í skúlum, sum raðfesta næmingaráð, er minni happing.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2019

                                                                                          

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.